Løgtingið viðgerð nú eitt uppskot fra løgmanni um at projektera ein Suðuroyartunnil og at bjóða arbeiðið út. Tá ið tilboðini eru komin inn, og greiða fæst á hvat hann fer at kosta, skal endalig støða takast til um farast skal undir verkætlanina.
Ætlanin hevur verið, at Suðuroyartunnilin skuldi vera, 9,5 metrar breiður, altso av somu stødd, sum Sandoyartunnilin. Tað er tí, at har fara so fáir bilar at koyra, at tað má metast at vera ein lágferðslutunnil.
Tað er ein metur smalari enn Eysturoyartunnilin, sum er 10,5 metrar breiður Men tinglimir hava víst á, at Suðuroyartunnilin er so langur, at hann eigur at vera líka víður sum Eysturoyartunnilin.
Tey siga, at eyðvitað verður tað dýrari, men tað bøtur munandi um trygdina, og tá verða trygdarkrøvini heldur ikki líka strong sum tey eru í einum 9,5 metra breiðum tunli. Eitt nú verður tað munandi lættari hjá bilum at venda í tunlinum, skuldi okkurt verið áfatt.
Hetts hevur løgmaður tikið til eftirtektar, tí í uppskotinum hann hevur lagt fyri Løgtingið, stendur, at tunnilin skal bjóðast út í báðum støddunum, bæði ein tunnil, sum er 9,5 metrar breiður og ein, sum er 10,5 metrar breiður.