Stóra søgan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í gjár og aftur í dag er, at Adrian Justinussen nú fer at flyta úr Hillerød IF og til AC Horsens, har Sebastian Pingel er ein av álopsspælarunum. Teir báðir vóru í 2017, 2018 og 2019 liðfelagar í HB.
Tað hevur leingi ljóðað, at Adrian ætlaði sær at skifta felag, nú tvey ára sáttmálaskeiðið í Hillerød er liðugt. Roknað hevur verið við, at okkurt felag í superliguni fór at vísa toppskoraranum í næstbestu deildini áhuga, men einki ítøkilig hevur verið at hoyrt um tað.
Í gjár varð tað alment, at Adrian í vetrarsteðginum fer at skifta til AC Horsens. Har er David Nielsen venjari, og har eru spælararnir fulltíðaryrkisspælarar. Tað eru teir ikki í Hillerød.
Hillerød hevur víst áhuga fyri at skriva nýggjan sáttmála við Adrian, men semja hevur ikki verið um treytirnar. Tá ið so er, so plaga feløg ofta at halda spælaranum burtur frá besta liðnum. Soleiðis hevur tað ikki verið við Adriani í Hillerød. Orsøkin er tann, at venjarin Christian Lønstrup, sum í síni tíð var liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK, ikki heldur seg hava ráð at halda málsókna føroyinginum burtur frá liðnum.
Í dag vann Hillerød IF 2-1 á útivølli ímóti Middelfart, og tað var Adrian Justinussen, sum í 65. minutti skoraði sigursmálið. Hann hevur nú skorað 8 mál og er toppskorari, og Hillerød er topplið í næstbestu deildini við 23 stigum, meðan AC Horsens er á triðja plássi við 19 stigum.
Mánadagin fer Adrian Justiussen saman við liðfeløgunum á landsliðnum undir fyrireikingarnar til dystirnar ímóti Montenegro og Kekkia. Tá ið landsliðið mánadagin varð úttikið, var Adrian Justinussen millum teir, sum vera roknaðir at vera vongspælarar. Í Hillerød hevur Adrian í heyst verið fremsti maður, og tað var hann eisini í dag.
Danskir miðlar vita at siga, at talan verður um stóra lønarhækking, tá ið Adrian fer at flyta úr Hillerød og til Horsens. Mánaðarlønin verður fleirfaldað og árslønin verður omanfyri milliónina, og so fær hann tvær milliónir fluttar á kontu. Eina nú beinanvegin og eina tá ið sáttmálaskeiðið verður liðugt á sumri í 2028.