Ofta verður sagt um ovvirkin menniskju, at adrenalinið er á kókinum í teimum. Adrenalinið er eitt hormon – eitt evni gjørt í kertlum, og sum flutt út í blóðið stýrir vøkstri, evnaskifti, kynsbúning v.m. Táið nervar verða fluttir kring um í kroppinum, fyrireikar hesin seg til stríð – pulsur og blóðtrýst taka dik á seg, og orkustøðið liggur samsvarandi høgt.
Í einum korridorpráti – krókatutli – á tingi fyri nøkrum árum síðan, segði ein eldri politikari mær, at tað finnast bara tvey sløg av menniskjum. Funktionertýpur og alternativið. Tær fyrru eru tey sum í ørandi spenningi bíða eftir mánaðarlønini, sum eigur at koma inn á persónskontuna hin 27. í hvørjum mánaði. Hesi umboða á leið 98% av fólkinum. Størsta satsið er at keypa ein gekkaseðil um vikuna. Hini 2 %´ini kóka somikið yvir av adrenalini – uttan at vera diagnostiserað – Harrin havi lov fyri tí - at tey kasta seg út í eksperimentir av so at siga øllum handa slagi. Tað ræður um stútt og støðugt at flyta okkurt, at satsa, at síggja okkurt grógva, úrslit og so kemur vinningur ella tap í aðru røð. Vit hava brúk fyri báðum, men eg má staðfesta, at eigur ein kommuna ikki nakrar av hesum seinru týpunum, so druknar hon í status quo – og tá er bara yvirhálingin eftir.
Tað er nakað væl fráliðið síðan orðið økonomiur flutti seg frá vanligum vørubýti millum menniskju og millum lond. Peningaleysa samfelagnum. Frælsir handilsvindar tóku seg upp, har ið vørur og tænastur vórðu handlað millum partar, og síðan hevur tað bara gingið ein veg – uppeftir. Frameftir. Okkurt afturstig hevur verið á leiðini – treyðugt so – men yvirhøvur hevur tað gingið framá, samstundis sum vælferð fólksins er vaksin, eisini tí at fólk fóru at fáast við tað, sum tey dugdu og tímdu.
Einaferð hevði eg ætlan um at keypa mær einar nýggjar brøkur, hetta var í tíðini, táð eg var dekkari umborð á skipi. Fór um lúnningina sum eg stóð - í kvarabrókum, í tjóðveldisblusu og undir alpuhúgvu. Vit lógu við bryggju í einum europeiskum býi, og skjótt fann eg fram til fyrstu krambúðina, sum kundi vera eitt mið. Krambakallurin sá ikki út til at vera undirdíktur í saltráka, loðin í lógvunum kanska, og eftir eina løtu spurdi hann, vælsnákaður, við sukursøtari rødd, um eg hevði tørv á hjálp. Tá helt eg fyri við hann, at hetta var ein løgin handil, onki í sortimanginum segði mær nakað sum helst. Tá helt hann fyri, at tað ikki neyðturviliga var nakað galið við krambúðini, tað kundi nú eisini vera okkurt galið við kundanum.
Báðir abbar mínir vóru handilsmenn, og tíbetur var tað ongin, sum royndi at fáa meg inn í businessverðina. Evnini eru ikki til tað, og tíbetur vóru onnur ráðini til at taka fyri at liva eitt spennandi lív kortini. Sagt verður um fakfelagssnekkjuna Andreu Árting, at hon einaferð royndi seg sum handilskvinnu í Havn, men hon tók so sára synd í øllum kundunum, at hon tømdi hillarnar og gav teimum alt fyri onki. Eri bangin fyri at endin hevði verið tann sami í mínum føri. Ein maður sum hevur lænt húsini upp um skorsteinin fleiri ferðir, og eigur tilsvarandi nøgd av onkisverdum partabrøvum, hann kann eftir øllum at døma brúkast sum politikari, tað man veljarin so undir øllum umstøðum hava hildið. Rokningarnar vórðu kortini goldnar, til tíðina, skal nú eisini sigast.
“Um fanin hevur skapt okkurt í hesi verð umframt pengar, er tað jarðrok á fjøllum.” Hesin setningurin eftir Jóni Kalman Stéfanssyni hevur mangan uggað meg, táið eg eg havi ivast í mínum investorevnum. Í bókini ”Tíðarhylkið” skrivar høvundurin Ben Arabo, heimsmeistari í stjórnarfoyking, nú hann slókti donsku heimastýrisradiatorarnar hjá einum triðingi av ministarum okkara - ein tíðarsvarandi Johann Friedrich Struensee, Rasputin ella Mikhail Andreyevich Suslov – á leið soleiðis, at hann viðhvørt hevur tað eitt sindur sum at vera pápi at einum dvørgi, ið droymir um at gerast professionellur kurvabóltsspælari. Kiss me, Hardy. Onkur samanber Arabo við Musk og Milei, teir báðar við maskinsagini, hetta er ikki rætt, heldur líkist hann pólska pávanum Karol Józef Wojtyła sum spurdur, um tað var hann sum forkom kommunismuni eystanfyri, svaraði: ”Tað var ikki neyðugt, eg risti bara bulin á trænum ett vet, og tað fall av sær sjálvum av egnari elendigheit.”
Tað var eisini Jón Kalman sum tók soleiðis til: “Menniskjan doyr, um tú tekur breyðið frá henni, men uttan dreymar fánar hon burtur.” Lat okkum nú koma til sakina.
Fyri at taka tað fyrsta síðst, sum ein kendur tingmaður plagar at taka til, av tingsins røðarapalli, so kendi eg bara Langgaard brøðurnar sporadiskt, men spakuliga nærkaðust teir, sum táið tú sært menn koma gangandi út úr mjørkanum. Rúgvismiklir í byrjanini, men sum líður frá, líkjast teir øðrum. Eisini hvørjum øðrum. Jaspur kendi eg úr politiskum høpi, áðrenn sambandsmenninir á Toftum kidnappaðu hann á alljósum degi. Tá vendist ikki aftur. Reimund visti eg lítið og onki um, fyrrenn eg uppdagaði, at hann var eitt tað størsta politiska entertainaratalentið hendan tjóðin hevur fostrað. Høvdið sum ein kompjútari, og so snúðin og skjótur í høvuðrokning, at ikki ein skel megnaði at fylgja honum. Kalkýla hansara um Eysturoyartunnilin er legendarisk, yvirskotið var so stórt, at vit helst áttu at gjørt fleiri av slagnum. Kolkomfýrurin hjá kollfirðinginum bliknaði afturímóti, og tað harmaði meg almikið, at hann ikki stillaði uppaftur, tí Føroya løgting misti helmingin av undirhaldsvirðinum, tann dagin ið hann gavst. Politikkur er nú einaferð 85% entertainment og 15% álvari. Nú er alt bara keðiligur álvari.
Sjúrður Højgaard var kortini løgasteinurin inn í hendan fyri meg ókenda talgilda heimin. Kann ætla at onkur minnist, at Runavíkar havn lá steindeyð í 2010, táið eg fekk í uppdrag at fáa okkurt at henda. Tað var í fyrstuni sum at sigla í mjørka við ongum radara. Gjøtlað varð til miðis alt eftir rákinum, og einaferð var tað komið hartil, at eg fekk Rannvá Troest at hjálpa mær við at fáa okkurt ferðamannaskip inn á fjørðin, um ikki annað. Til tað krevst, at tú møtir teimum, sum stjórna tí bransjuni, og at fara tómhentur tann vegin, við ongum agni, kann bara enda við, at tú kemur krøktur aftur. Vit bæði settu okkum í samband við Krea og Sjúrð. Burturúr hesum kom heimsins flottasti faldari, og úr honum vaks havnin til tjóðarinnar næststørstu cruisehavn higartil. Teir á Krea vóru ikki amerikaniseraðir seljarar, tað vóru vit sum vendu okkum til teirra, og seinri frætti eg, at Sjúrður hevði fingið strong boð um at halda stikið millum átrúnaða og arbeiði í seyðahøgum standi, táið kundar komu á gátt. Hevði varhugan av hesum, kortini kundi eg ikki halda mær, bæra mær, og tað gekk ikki long tíð, so stóðu teir allir í durakarmum og omanfyri stórskíggjar og eygleiddu verbala gildið úti undir væðingini á Heiðavegi 15. Líkamikið, eisini burturúr tí kom ein søga hjá okkum báðum Sjúrði, táið havnarmeistarin stóð við eini heilari bingju av nýtýddum nýggjatestamentum á bryggjuni, uttan at vita hvat ið gerast skuldi við innihaldið. Vit loystu málið í góðum felagsskapi – skyldmenninir báðir. Distributiónini tók Sjúrður sær sjálvur av á egnum apostlum.
Bráðliga ein dagin kemur meiri sveiggj í ljósakrúnurnar á Heiðavegi 15. Telefonfrekvensurin vendir. Kreddan er vøkstur, og Reimund er sjefdomptørurin sum skal stjórna sirkussinum. Tað gingu ikki nógvir dagar, so er hann á tráðnum. Hann hevði eina ætlan, sum ongin kundi siga nei til, heldur ikki Runavíkar kommuna. Kommunan skuldi promovera seg sum lokala eindin, ið var búgvin at taka ímóti útisetum í lestrarørindum. Vit báðir Sølvi møttu á fundi saman við teimum báðum Sjúrði og Reimundi. Tað var sum at sita við Gamaliels føtur, táið Langgaard legði eina glærmynd fyri og aðra eftir upp á bróstið. Havi á levitíðini ikki sæð ein ídnari seljara, og tað var skjótt at skjúrtan var leys av brókunum og hekk sum eitt flagg í leysum lofti, meðan búkur og armar syftust upp og niður, onkuntíð frávegis til beggja handa, og í onkrum andarhaldi hoyrdist græla úr barkanum á Sjúrði: Amen! Nøkur Mars og nakað av kelduvatni helt stiminum uppi hjá leirvíkinginum, sum fullkomuliga tók okkum av fótum. Við øllum mínum lívsroyndum hevði eg ongantíð verið partur av slíkum spetakli. Vit kíkaðu í kensluspælinum, eftir at allur rationalitetur var horvin úr okkara sferu. Lýsingarnar gjørdust til veruleika, og tann eina myndin argaði allan tann pripna og skuldartyngda heimin, táið borgarstjórin stóð og roykti eitt ball úti í Rókini við øllum Skálafjørðinum í baksýni.
Samskiftismiðilin Intra er ein onnur søga. Nú var eg vorðin vaccineraður við forsigtigheit á sama hátt sum 70 ára gamli maðurin, sum í Útvarpinum hoyrdi, at eini javnaldrandi hjún í Kina skuldu eiga eitt barn. Reimund var ágangandi, og gjørdi greitt hvussu neyðugt tað var, at Runavíkar kommuna gekk á odda við Intra. Eg royndi forhálingstaktikkin so langt sum tað rakk, og eftir 18 samráðingarumfør, og onkran túrin við framkomna BMV´bili hansara, har ið hjálmur, tak og hurðar digitalt kunnu fara í allar ættir, endaði eg úti undir væðingini á gomlu Fotomiðstøðini - og hetta gjørdist grand finalan. Samráðingarumfar no. 19. Vit báðir Reimund sita spelknir yvir av hvørjum øðrum, og eftir at eg hevði lisið yvirrúlingartaktikkin av, mátti onnur bót í súpanina. Tað einasta sum stóð á borðinum var ein kúpa við 28 stykkjum av Mars-sjokolátu. Eftir at stígur enn einaferð var komin í samráðingarnar spurdi Reimund, um eg ikki vildi hava eitt Mars. Tungan er ikki serliga søt á mær, men eitt Mars kundi eg altíð svølgja. 5 minuttir seinri var kúpan tóm. Onkur annar hevði konsumerað hini 27 stykkini. Nú lá betri fyri, skjúrtan loysnaði frá reimuni á Reimundi og farvegurin eftir sjokulátu sást so hissini á blettum á hvítu skjúrtuni. Men. Enn einaferð kom stígur í samráðingina, kaffi fylti tómrúmið eina løtu, men tann stóri spurningurin er altíð, hvussu tú vendir tómgongd til viðgongd, táið ekvivalensur ikki er ímillum sendara og móttakara. Nú kemur so umsíðir legendariski spurningurin: ”Tórbjørn, vilt tú hava meiri Mars?” Eg segði hvørki ja ella nei, men tað man so vera eitt ja í høvdinum á einum seljara, og í einum kvikum viðbragdi hevði seljarin hevja seg úr sæti og ript eitt heilt kartong av Mars-sjokolátu úr einum skápi. 32 stykkir. Fyri ikki at vera ófólkaligur skar eg eitt av teimum í smáar bitar vð felliknívinum og svølgdi so hvørt. 8 minuttir seinri var onki Mars eftir í eskjuni. Hetta kundi ikki halda fram, og í berum forbarmilsi fyri og yvir, at seljarin ikki skuldi bresta, meðan eg var hjástaddur, gjørdu vit handlin av - og eftir øllum at døma eru brúkarar okkara nøgdir við produktið.
Tað var skaldið Tóroddur Poulsen sum einaferð segði: ”Eg trívist so væl, har eg ikki grynni.” Tíbetur eru tað nøkur sum liva við hesi somu kenslu hvønn dag. Tað er orsøkin til ekspansiónshugin. Konformiteturin sigur teimum onki. Vit kenna øll søguna hjá Langgaard brøðrunum fram til hendan dag, nú vit standa í nýggja domicili teirra. Á sama hátt sum Don Quixote og Sancho Panza, Risin á Leittrabergi og Nornagestur, Lennon & McCartney, Stongum & Guttesen, the Everly Brothers og Simon & Garfunkel eru teir krøktir saman sum høkil og herðablað ríðandi fram í hvørjari lýsing.
Vegna borgarar okkara fegnist eg almikið um, at tit hava valt at seta tykkum niður her í Heiðunum. Í einum øki sum frammanundan er ein vinnulig krúttunna. Hetta er líkasum næsta ættarliðið. Fyrst komu bryggjurnar og skipini og síðan tænastuvinnurnar – orsøkin til at býurin yvirhøvur vaks burturúr at kalla ongum. Nú kemur nýggja ættarliðið av tænastuvinnu, í talgildum hami, veitari til eina framstormandi vinnu. Tað grør av sonnum um gangandi fót. Tað ræður um at stremba fram ímóti einum býi, sum ongantíð svevur. Í so máta hava tit báðir ikki livað forgjevis - og taki fyri alt í verðini ikki kókið av adrenalininum.
Mátti byrurin verið tykkum blíður í ókomnari tíð. Mátti Guðs signing fylgt tykkum á leiðini fram.