Ongi úrslit

ADHDvitan: Nýggj gransking um ADHD og autismu í Føroyum

Tíðindaskriv
4 tímar síðan

ADHDvitan er ein røð av evnisdøgum, har ADHD felagið bjóðar granskarum, fakfólkum og øðrum lyklapersónum at fara í djúpdina við evnum, ið hava við ADHD at gera.

Tiltakið hesuferð verður í morgin leygardagin 11. apríl 2026 kl. 15:00–17:45 í Auluni í Finsen í Havn.

Tórunn H. Ósá kemur at leggja fram nýggj tøl úr sínari Ph.d.-verkætlan. Tórunn er RN, cand.scient.soc., námslektari og Ph.d.-lesandi, og granskar í børnum við neurologiskum sjúkum í Føroyum – serliga svøvntrupulleikum hjá børnum við NDD. NDD (nevroútviklingstrupulleikar) er eitt felagsheiti fyri ymiskar diagnosur, sum ávirka menningina hjá børnum – til dømis ADHD og autisma.

Tórunn fer millum annað at greiða frá títtleikanum av ADHD og autismu hjá børnum og ungum í Føroyum frá 2004 til 2022, og hvørjar fylgisjúkur kunnu standast, tá útgreiningin kemur ov seint.

Samstundis vísir granskingin á týdningin av at seta inn so tíðliga sum gjørligt – bæði fyri einstaka menniskjað og samfelagið.

Við hesi Ph.d.-granskingini fáa vit lokalt grundað hagtøl, djypri innlit og betri amboð, sum kunnu hjálpa okkum at seta inn við meira neyvum og røttum átøkum til gagns fyri øll við ADHD í Føroyum.

Endamálið er at breiða nýggjastu gransking og fakligu vitanina um ADHD á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum. Tiltakið verður stroymt og goymt í vitanarsavninum.ADHD og verður stuðlað av Team Rynkeby, Tórsgøtu og MEGD. 

Tiltakið er fyri øll, sum hava áhuga ella arbeiða við fólkum við ADHD/ADD – og tað er ókeypis

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

Í gjár kl. 11:43