Ongi úrslit

Á veg av landinum við stolnum amboðum

Jóhanna Højgaard
19. juli kl. 12:51

Løgreglan fekk í gjár boð um, at útlendskir handverkarar vóru á veg av landinum í feriu, og at teir høvdu tikið amboð við sær frá arbeiðsgevaranum.

Løgreglan setti seg tí í samband við security á flogvøllinum, sum kann hyggja sjónbond av øllum sum fer ígjøgnum teirra kanningartól.

Tey kunnu spola tað aftur og síggja hvat mennirnir høvdu í viðførinum.

Rætt var, har vóru í øllum førum tvey kuffert full av amboðum so sum skrúvumaskinur, seympistólir, battarí og annað.

Á amboðunum stóð enntá búmerki hjá arbeiðsgevaranum á, greiðir løgreglan frá í morgun.

Arbeiðsgevarin, hevði ikki lagt merki til stuldurin tá løgreglan tók samband.

Men han váttaði tó, at mennirnir høvdu ikki fingið loyvi at taka amboðini við sær av landinum.

Løgreglan valdi ikki at handtaka menninir, men hald varð lagt á amboðini.

Arbeiðsgevarin má nú taka avgerð um hann fer at melda teir fyri stuldur, ella um teir sleppa aftur til arbeiðis.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Tað ger góðan mun at Smyril hevur fingið síðuskrúvur

Í gjár kl. 10:04