Ongi úrslit

A-ha forsangari hevur Parkinson

Hann hevur funnið moralskan stuðul í hugburðinum hjá 94 ára gamla pápa sínum.

© Britta Pedersen
Jóhanna Højgaard
4. juni kl. 18:11

Tú kennir hann sum ikoniska frontmannin í A-ha, ein poppstjørna, sololistamaður, sangskrivari, eksentriskur hugsari, pápi til fimm og abbi.

Seinastu árini, hevur Morten Harket to eisini verið ein maður í bardaga við sín egna kropp. Tað eru ikki tíðindi sum Morten vildi bera út í heimin, men nú vil hann fegin “skræða plástrið av” sum hann sigur á heimasíðini hjá bólkinum.

Morten boðar frá at hann er raktur av  Parkinsonsjúku. Hann hevur havt sjúkina nøkur ár, men bert hansara nærmastu hava vitað tað.

- Eg havi ongan trupulleika við at góðtaka diagnosina, tað sum hevur steðgað mær at koma út alment við tí, er at fáa arbeiðsró.

Á leiðini havi eg funnið moralska stuðul í hugburðinum hjá 94 ára gamla pápa mínum til niðurbróting av organismuni yvir tíð. "Eg brúki tað, sum virkar."

Sum sagt, so hevur tað ikki verið nakar trupulleiki hjá mær at góðkenna diagnosuna, tað sum hevur steðgað mær at koma út við tí, er møguleikin fyri frið at arbeiða. 

Eg royni at gera tað, sum best passar seg til niðurbrótingina av krops-skipanini. Tað er ein krevjandi javnvág millum medisin og hjáárin. 

Tað er so nógv, sum skal balanserast fyri at herma eftir yvirskipaðu handfaringini hjá kroppinum av mekanismun aftanfyri hvørja rørslu, aftanfyri handfaringina av sosialum avbjóðingum og boðum. Yvirhøvur tað, at skula fáast við gerandisdagin, sigur Morten

Parkinson sjúkan stendst av, at dopaminframleiðandi kyknur í heilanum visna burtur og ávirkar øki í miðheilanum.

Hettar økið stýrir rørslum og lagar samskiftið millum nervaeindir í heilanum og musklarnar. Man fer t.d. upp at skelva, fær trupulleikar við balansuni, ella fær bara flutt seg spakuliga.

Tað er ikki ein sjúka, tú doyr av, men støðan versnar við tíðini. Í Føroyum hava 135 fólk Parkinsons. Í Norra eru helst umleið 13.000 fólk sjúk, og um allan heimin, er talið í minsta lagi tíggju milliónir.

Tað er tann mest útbreidda neurologiska sjúkan í heiminum, og eisini tann skjótast vaksandi.

Í juni 2024 fór Morten undur skurð, har hann fekk elektrodur ísettar djúpt inni í heilanum á vinstru síðu.

Elektrodurnar eru knýttar at einum lítlum hjartastartara-líknandi tóli, sum er lagt undir húðina á bringuni. Tólið sendir so háfrekventan streym umvegis elektrodurnar, inn í heilan.

Hátturin eitur djúp heilastimulering (DBS), og er tann mest framkomna viðgerðin innan neurologi.

Skurðviðgerðin var væleydna. Við streyminum til heilan hvurvu nógv av kropsligu sjúkueyðkennunum hjá Morten. Í desember 2024 varð ein líknandi skurðviðgerð framd á høgru síðu sum eisini eydnaðist væl.

Morten, sum nú 65 ár, skal tó við Parkinson-diagnosuni taka heilivág restina av sínum lívi.

Men hann er væl fyri hóast sjúkina. Summir dagar eru verri enn aðrir, men tað sum er ringast hjá honum, er ávirkingin av rødduni.

Tá hann tekur dopaminískoyti fer røddin av lagið. Men um hann gevist at taka dopamini fer hann upp at rystast. Hann veit tí ikki hvussu tað framyvur fer at ganga við hansara yrkisleið sum sangari.

Morten klárar tó enn at standa handan róðrið á einum RIB-báti, sum siglur 30 knob. Eisini klárar hann enn at hjálpa einum vini at bora í eina fjallasíðu. 

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

6. juni kl. 20:40

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

Í gjár kl. 20:20

Føroyskur dansur og gott lag

8 tímar síðan