Ongi úrslit

A distinction without a difference (enskt orðafelli)

Petur Martin Johannesen
2 tímar síðan

- Viðmerkingar til grein eftir Súsonnu Jógvansdóttir Golan.

Í síni drúgvu grein roynir Golan at skilja ímillum heimilaðan kritikk av politiskum viðurskiftum í Ísrael og antizionismu, sum hon setur í samband við antisemitismu ella jødahatur.

Í fylgi Golan er antizionisma eitt alment álop á grundarlagið undir Ísrael sum jødiskt land, og hon nevnir millum annað felagskapin “Samhugi við Palestina” í hesum sambandi. Eg fari tó einans at úttala meg vegna meg sjálvan.

Heldur enn at fara gjøgnum greinina punkt fyri punkt, vil eg seta nakrar spurningar, sum eftir mínari fatan vísa á grundleggjandi veikleikar í hesi tulking.

1. Eru jødahatara í Føroyum?

At ákæra persónar ella felagskapir fyri rasismu er ein sera álvarsom ákæra.

Eg havi í nógv ár tosað við fólk í Føroyum, sum eru kritisk til Ísrael, vesturlendskan stuðul til Ísrael og zionismu. Men eg havi ongantíð møtt einum, sum eg haldi vera jødahatara. Tað merkir ikki, at tað ikki finst – men tað tykist ikki vera ein sjónligur trupulleiki her.

Eg havi tó møtt slíkum hugsanum aðrastaðni, til dømis í Danmark. Tað er sostatt ikki tí, at eg ikki haldi, at fyribrigdið finst – men tað tykist ikki vera eitt eyðsýnt ella víðfevnt fyribrigdi í Føroyum.

Tí vil eg spyrja:

  • Hvar sæst jødahatur í Føroyum í dag? 

  • Er hetta ein størri trupulleiki enn onnur sløg av rasismu, til dømis móti arabarum? 

  • Um ja – hví? 

2. Mannarættindi mótvegis landarættindum

Vit kenna grundleggjandi mannarættindini: rættin til heim, sjálvraði og sømilig livikor.

Tá Ísrael varð stovnað, hevði tað við sær, at ein stórur partur av fólkinum í økinum varð rikin burtur (Nakba). Hesi hava sambært altjóða fatan rætt at venda aftur.

Hetta setur ein grundleggjandi spurning:

  • Ganga rættindi hjá einum tjóðríki framum rættindi hjá teimum, sum eru rikin heiman? 

  • Um ja – hvussu skal hetta so skiljast í praksis? 

3. Jødiskir antizionistar

Í einari kanning frá 2024 eru um 14% av jødum í USA (18–35 ár) antizionistar, og ein stórur partur er ikki zionistiskur, hóast tey stuðla Ísrael.

Tí er spurningurin:

  • Hvussu kann antizionisma verða lýst sum jødahatur, tá ein ikki lítil partur av jødum sjálvum hava hesa støðu? 

4. Tvey-statsloysnin

Golan skrivar, at antizionisma merkir, at Ísrael ikki skal eksistera sum jødiskt tjóðríki, og at hetta sostatt merkir, at tvey-statsloysnin verður avvíst.

Men tað er væl kent, at ísraelska stjórnin sjálv arbeiðir ímóti eini slíkari loysn.

Tí vil eg spyrja:

  • Merkja hesi politisku stig eisini, at stjórnin arbeiðir ímóti sínum egna grundarlagi? 

  • Ella verður hugt øðrvísi upp á slíkar støður, alt eftir hvør fremur tær? 

Zionisma er meir enn Ísrael.

Tað tykist, at ymisk fyribrigdi – frá prinsipiellum mótstøðu til statsskipan, til radikalar útsagnir og harðskap – verða løgd saman í eitt og sama hugtak. Hetta ger tað torført at føra eitt greitt og sakligt kjak.

Zionisma verður ofta framsett sum nakað beinleiðis jødiskt. Men í veruleikanum verður hon í stóran mun eisini stuðlað av fólki, sum hvørki eru jødar ella ísraelar – serliga kristnum bólkum uttanlands. Flestu zionistar eru hvørki jødar ella ísraelar.

Tá ein politisk hugsjón verður borin fram av einum so breiðum og samansettum bólki, er tað trupult at halda fast við, at mótstøða móti henni í sær sjálvum er jødahatur.

Saman við teimum spurningum, sum eru reistir omanfyri – bæði um rættindi og ymisk sjónarmið, eisini millum jødar sjálvar – tykist tað tí trupult at seta eitt einfalt javntekin millum antizionismu og jødahatur.

Petur Martin Johannesen

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12