Ongi úrslit

90 dystir og ikki í iva: Tað er toymið sum eigur heiðurin

FSF bossurin heldur hetta vera besta landsliðsavrikið nakrantíð, og veteranurin við 90 landsdystum gevur øllum toyminum æruna fyri góða lagið, sum í kvøld bar fyrsta sigurin ímóti Kekkia við sær

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 21:07

Landsliðshópurin er aftur á hotellinum. Eftir sigursfagnaðin á Tórsvølli og í umklæðingarrúminum er døgurði á skránni, áðrenn spælararnir fara til hús og aftur til gerandisdagin.

10 spælarar fara í morgin av landinum, og 13 fara aftur í føroysku feløgini. Í viðførinum frá hesi landsliðsferðini hava teir tveir sigrar á heimavølli, og so eru teir spentir at fáa landsliðsboð til síðsta dystin í hesi undankappingini. Hann verður fríggjadagin 14. november í Kroatia.

Í kvøld var Viljormur Davidsen fyri 90. ferð á landsliðnum. Hann avloysti Martin Agnarsson, sum hóskvøldið var eyðsýnur á vongverjanum í vinstru, tá ið Føroyar vunnu 4-0 ímóti Montenegro.

Viljormur ætlar sær fleiri landsdystir, og hann er ikki í iva um, hvør høvuðsorsøkin er til, at tað nú gongur so væl, sum tað gjørdi hóskvøldið og aftur í kvøld:

-Eg eri fegin um, at venjarin í kvøld vísti mær álit, og at hetta var landsdystur nummar 90 hjá mær. Eg kenni meg vera væl fyri, og um tað framvegis verður soleiðis, so droymi eg at røkka 100 landsdystum.

Hví gongur tað nú so væl?   

-Vit eru nógvir spælarar, sum kappast um plássini, og tað sást aftur í kvøld, at liðið viknar ikki, tá ið tað verður skift út. Heldur styrknaði liðið í kvøld, tá ið púra ómóðir spælarar avloystu nakrar, sum høvdu givið alt. Talan er um framúr toymið, og føroyska venjaraloysnin hevur megnað so sera væl at kynda undir gott lag, sigur Viljormur Davidsen og sipar til Eyðun Klakstein, Atla Gregersen og allar hinar, sum eru í venjaratoyminum og eru liðleiðarar, læknar, fysioterapeutar og so víðari.

FSF formaðurin var saman við aðalskrivaranum Kristin Dam Ziska og fyrrverandi aðalskrivaranum Virgar Hvidbro væl nøgdur við avrikið og úrslitið:

-Tað, sum vit sóu hóskvøldið og aftur í kvøld man vera tætt við tað besta, sum føroyska landsliðið nakrantíð hevur víst, sigur Christian Andreasen. Tað er eingin loyna, at hann fyri einum ári síðani var heitur talsmaður fyri føroysku loysnini, tá ið tað varð hildið vera neyðugt við nýggjum venjara.

Eyðun Klakstein hevur – sum altíð – bæði beinini á jørðini, tá ið hann við kaffikoppi í hondini tekur saman um.

Tað vóru nógv, sum vóru spurin og kanska eisini órógvað, tá ið tey sóu uppstillingina og at tú hevði skift tríggjar spælarar úr síðani hóskvøldið?

-Alt tað, sum vit undan dystinum avráddu, var væl og virðiliga umhugsað, og tað sást eisini undir dystinum, hvørjar ætlanirnar vóru. Eg skilji væl, um Martin Agnarsson var vónbrotin, tá ið hann eftir góða avrikið hóskvøldið ikki var millum teir fyrstu ellivu. Vit hildu, at tað í kvøld var rættari, at Viljormur við sínum royndum og kvalitetum í verjuspælinum var rætta valið á vongverjanum, og samstundis hugsaðu vit, at tað var møguleiki fyri at skifta Martin inn fremri á vøllinum, og tað vísti seg at vera góðar avgerðir, sigur Eyðun Klakstein.

Hann sigur seg vera sera væl nøgdan við bæði avrikini og úrslitini, men hann vil ikki siga, um hesi avrikini vóru betri, enn onnur hava verið:

-Eg havi fleiri ferðir sagt, at vit hava verið tætt við at vinna ímóti einum av teimum stóru, og tað gjørdu vit í kvøld. Nú snýr tað seg í nakrar vikur hjá spælarunum um at hava fokus á landskappingunum og steypakappingini, áðrenn vit fara til Kroatia. Vit taptu við einum máli á heimavølli ímóti Kroatia, og tá var tað so tepurt, at vit hava onga orsøk til ikki at rokna við møguleikanum á útivølli. At sammeta tað, sum vit hava upplivað hesar síðstu dagarnar, við onnur avrik, eitt nú tá ið Føroyar vunnu ímóti Eysturríki, haldi eg vera torført. Fyri 35 árum síðani varð ikki roknað við nøkrum, og tí var tað tá talan um nógv størri sensatión at vinna ímóti Eysturríki, enn tað er, at vit nú vunnu ímóti Kekkia. Men avrikini og úrslitini seinastu dagarnar eru hugalig at hava við sær, og vit ætla at lyfta okkum uppaftur longri upp samstundis, sum vit mugu hava beinini á jørðini, sigur landsliðsvenjarin á veg til døgurðan saman við spælarunum og øllum toyminum, sum Viljormur Davidsen sigur ífelag eiga sigurin hóskvøldið og í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14