Ongi úrslit

5 milliardir evrir í hjálparpakka

seta forboð fyri at skerja veitingina til tey mest viðbrekn

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Spania fer nú at gera tað sama sum Italia, sum hevur lækkað prísin á brennievni.

Spanski forsætisráðharrin Pedro Sánchez, hevur sagt at stjórnin ger seg til reiðar at hjálpa spaniarum at klára seg í tí dagliga.

Rúgvusmikli tiltakspakkin uppá 5 milliardir evrur, hava til endamáls at lætta um hækkandi livikostnaðin sum heild, nú búskaparliga ávirkanin av krígnum í Iran framvegis trýstir orku- og brennievnisprísirnar upp um alt Evropa.

Hesi tiltøk fevna um eina fyribils lækking av meirvirðisgjaldinum á bensini, el og jarðgassi úr 21% til 10%, umframt 80 onnur stutttíðar- og bygnaðarlig tiltøk, sum eru ætlað at bøta um slagið av hækkandi prísum, til dømis verður húsaleiguhækking eisini steðgað. Hettar boð fleiri spanskir miðlar frá í dag, til dømis spanishnewstoday og surinenglish.

Stjórnin fer eisini, sambært surinenglish, at tryggja minstu-veiting av vatni og orku, og seta forboð fyri at skerja veitingina til tey mest viðbreknu húsarhaldini, um tey ikki megna at gjalda fyri seg.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

Í gjár kl. 16:04