Ongi úrslit

5 daga veðurforsøgn

Jóhanna Højgaard
24. mai kl. 12:47

Vind og regn lovar veðurstovan teir komandi dagarnar. Tó verður møguleiki fyri sólglottum bæði týsdagin, mikudagin og hósdagin.

Sunnudagin

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, norðanfyri bert frískt lot, minni enn 8 m/s. Samdrigið og regn, stundum grov æl. Seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Um kvøldið og náttina í støðum upp í skrið, 18 m/s. Hitin 6 til 9 stig.

Mánadagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, norðanfyri bert frískt lot, minni enn 8 m/s. Samdrigið og regn, stundum grov æl. Um kvøldið kring alt landið frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Hitin 7 til 9 stig, um náttina niður í 6 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, møguliga onkur sólglotti út á dagin. Um kvøldið frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Hitin 7 til 9 stig, um náttina niður í 6 stig.

Mikudagin

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, kanska onkur sólglotti. Sum frá líður lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 7 til 9 stig, um náttina niður í 6 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot vestan 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, hálvskýggjað, sólglottar og okkurt ælið. Hitin 8 til 11 stig, um náttina niður í 6 stig.

Kelda https://vedrid.fo/

Mest lisið hesa vikuna

Býráðslimir blivu rørdur og fóru upp at ristast - av navninum á einum vegi

26. mai kl. 12:00

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

Í gjár kl. 10:00

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48

Eydnaðist teldusníki at lumpa pengar frá fólki í gjár

25. mai kl. 09:30