Fyri fimm árum síðani var undantaksstøða vegna korona um allan heim. Ikki minst eldraøkið kendi sviðan av sóttarhaldi og avbyrging. Bæði tey gomlu og starvsfólk, ið vóru um tey.
Kortini eydnaðist í júst hesum serstaka tíðarskeiði at taka í nýtslu nýggja talgilda skjalaskipan: MyMedCards. Síðani 2020 hava tey sjey eldrasamstørvini og Tórshavnar kommuna brúkt skipanina sum eitt felags amboð til arbeiðsgongdir – sum ein talgild handbók, sum altíð er til taks. At hava dagførdar mannagongdir tøkar eina og hvørja tíð er ein týðandi lutur í dygdini á eldraøkinum.
Við skipanini eru arbeiðsgongdirnar tøkar á telefonini og telduni, soleiðis at øll starvsfólk hava atgongd til dagførdar og greiðar leiðbeiningar – í lummanum ella á skíggjanum.
Tað merkir, at eitt starvsfólk mitt í einum rúgvusmiklum arbeiðsdegi skjótt kann leita fram eina mannagongd við fáum klikkum og vera trygt við, at hon er røtt og dagførd.
Tað føroyska tilfarið í skipanini verður umsitið av lyklapersónum í kommununum. Sostatt er innihaldið fakliga álítandi, dagført, viðkomandi og í samsvari við føroysk viðurskifti.
Við skipanini ber eisini til hjá starvsfólkum at senda boð beinleiðis, um tey hava uppskot til nýggjar mannagongdir ella broytingar. Tað ger MyMedCards til eitt livandi amboð, sum mennir seg saman við teimum, ið brúka hana.
Hetta byrjaði við einum ynski um at gera tað lættari og einfaldari hjá starvsfólki á eldraøkinum at leita sær vitan og hjálp í dagliga arbeiðinum.
Tørvur var á skjótari og smidligari atgongd til allar mannagongdir og vegleiðingar. Meðan korona leikaði á, var serliga átrokandi at fáa boð út skjótt og trygt.
Øll minnast vit, hvussu tilmælini tóku skap so hvørt. Vit kunnu siga, at í so máta skundaði korona undir, at tað gekk skjótt og væl at talgilda arbeiðsgongdirnar.
Í dag hava vit eina trygga og væl virkandi og skipan, sum starvsfólk kenna seg trygg við. Skipanin er ein hornasteinur í dygdargóðum arbeiðsgongdum og einsháttan á eldraøkinum um alt landið.
Hon syrgir fyri, at boð og arbeiðsgongdir koma smidliga út til øll 3000 starvsfólk í einum. Í skipanini eru útvið 500 arbeiðsgongdir. Líka frá eitt nú “Soleiðis arbeiðir tú við støði í fólki við demenssjúku” til “Kateturrøkt” ella “Óvæntað deyðsfall”, so hava starvsfólk arbeiðsgongdina beint við hondina.
Harumframt hava tey atgongd til mannagongdir hjá donskum kommunum og sjúkrahúsum, um tørvur er á tí. Hetta er hent bæði hjá teimum royndu starvsfólkunum, men eisini hjá teimum nýggju.
Ikki minst havandi í huga stóru útskiftingina av starvsfólki á umsorganarøkinum.
Í næstum hevur Sjúkrahúsverkið í hyggju at taka somu skipan til sín. Hetta er ein stórur vinningur, tá sjúklingar fara tvørtur um geirarnar millum kommunal øki og sjúkrahúsverk.
Skipanin ger tað møguligt framyvir at menna felags mannagongdir við fyriliti fyri báðum geirum. Felags mannagongdir kunnu eitt nú tryggja smidligar og góðar útskrivingar.
MyMedCards er donsk fyritøka, sum er handan talgildu skjalaskipanina, og tey hava takkað fyri góða samstarvið og heiðrað føroysku kommununum fyri 5 ára dagin.
Kommunurnar hava takkað MyMedCards–toyminum fyri heiðurin og fyri avbera góða samstarvið øll árini.
Kommunufelagið og kommunurnar gleða seg til komandi tíðina, har vit saman við MyMedCards-toyminum fara at víðka og menna nýtsluna av skipanini til gagns fyri bæði starvsfólk og borgaran.