Ongi úrslit

400 fólk eru knýtt at EM kappingini

EM U-17 gentur: Fyrstu dystirnir vera sunnudagin

© Mynd: Hans Erik Danielsen
Sunnudagin 4. mai klokkan 15:00 verður EM 2025 fyri U17 landslið við gentum skotið í gongd á Djúpumýru í Klaksvík
FSF/Hans Erik Danielsen
30. apríl kl. 20:50

Sunnudagin klokkan 15:00 verður føroysk fótbóltssøga skrivað, tá EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum verður sparkað í gongd á Djúpumýru í Klaksvík

Niðurteljingin til eina av størstu ítróttarkappingum í Føroyum nakrantíð er av álvara byrjað. Næstu vikurnar verður Fótbóltssamband Føroya nevniliga vertur fyri EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum.

Umframt Føroyar, verða Spania, sum eru verandi evropameistarar, Frankaríki, Italia, Eysturríki, Noreg, Pólland og Holland eisini við í kappingini.

Dystirnir verða spældir á Djúpumýru í Klaksvík og á Tórsvølli. Eysturríki og Holland leggja fyri sunnudagin 4. mai klokkan 15:00. Seinni á degnum, klokkan 18:00, spæla Føroyar og Noreg á Tórsvølli.

Í sambandi við dystirnir í Klaksvík verður skipað fyri upphitingartiltøkum 4., 7. og 14. mai, allar dagarnar klokkan 13:00 til 14:30. Rani Nolsøe spælir nøkur løg, ungdómsleikarar hjá KÍ luttaka, umframt at hoppiborg og ymisk spøl vera á skránni, og okkurt lætt ábit verður eisini at fáa.

At talan er um eina stóra og umfatandi fótbóltskapping – ja, allarhelst tann størsta higartil – sæst aftur á øllum brøgdum.

Væntandi koma áleið 400 fólk, ið hava beinleiðis tilknýti til kappingini, til Føroya hesar dagarnar, og afturat teimum kann hugsast, at nakað av viðhaldsfólkum eisini leitar sær hendan vegin at hyggja eftir fótbólti.

Atgongumerki til allar dystirnar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 40 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn.

Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (Klaksvík)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórshavn)

Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Spania – Frankaríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Pólland – Italia (Tórshavn)

Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Holland – Noreg (Tórshavn)

Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórshavn)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (Klaksvík)

Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórshavn)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (Klaksvík)

Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórshavn)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (Klaksvík)

Mikudagin 14. mai
Kl. 12:00 Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn / Play off til HM)
Kl. 15:00 Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík / hálvfinala)
Kl. 18:00 Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn / hálvfinala)

Leygardagin 17. mai
Kl. 18:00 FINALAN (Tórshavn)

 

Mest lisið hesa vikuna

Hann hevur eitt óvanligt uppskot um at fíggja Suðuroyartunnilin

Í gjár kl. 16:45

Suðuroyartunnilin: Størsta hóttanin móti Føroyum

28. apríl kl. 10:42

Eini 100 fólk hildu føroyskan flaggdag í Nuuk

28. apríl kl. 20:30

Suðuroyartunnilin fer neyvan at hava vónaða virknaðin

29. apríl kl. 13:45

Rør framundir at nevndin fyri Suðuroyartunnilin hevur eina dulda ætlan

Í gjár kl. 10:04

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

12 tímar síðan