Ongi úrslit

40 ár síðani Tjernobyl: Ringasta kjarnorkuvanlukkan nakrantíð

40 ár eru nú liðin, síðani ein ógvuslig spreinging í reaktori 4 á kjarnorkuverknum í Tjernobyl í Sovjetsamveldinum hevði við sær stórstu kjarnorkuvanlukku í søguni.

© Mynd: Wikipedia
Oyðilagdi reaktorurin í Tjernobyl stutt eftir spreingingina.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Vanlukkan hendi á morgni 26. apríl 1986, og kravdi beinanvegin fleiri mannalív, førdi til álvarsligt geislavirkni og hevði langtíðar skaðiligt árin á bæði folkaheilsu og umhvørvi.

Vanlukkan er framvegis mett sum tann ringasta kjarnorkuvanlukkan nakrantíð og ein av teimum dýrastu vanlukkunum í heimssøguni.

Sprongdist undir trygdarroynd

Vanlukkan hendi undir einari trygdarroynd, har ið millum annað mátturin í reaktorinum skuldi haldast á einum lágum støði. 

Men hóast mátturin í reaktorinum fall óvæntað nógv, hildu starvsfólk á kjarnorkuverkinum kortini fram við royndini.

Ein samanseting av tekniskum veikleikum í reaktorinum og mannligum mistøkum førdi til eina uttan ávaring til eina sera skjóta øking í reaktor-máttinum. Hetta hevði við sær, at reaktorurin sprongdist.

Eftir spreingingina kyknaði eldur í reaktorinum. Eldurin sendi geislavirkið tilfar út yvir stór øki í Sovjetsamveldinum og Evropa.

Hevði bæði deyða og sjúku við sær

Tvey fólk doyðu beinanvegin av spreingingini. Seinni vórðu 237 starvsfólk innløgd við sjúkuteknum, og 28 doyðu innan tríggjar mánaðir av álvarsligari strálusjúku.

Seinni eru fleiri deyðsføll knýtt at vanlukkuni. Metingar vísa upp til fleiri túsund eru deyð orsakað av langtíðarárini frá geislavirkni.

Í árunum eftir vanlukkuna vórðu eisini fleiri túsund tilburðir av krabba staðfestir hjá bæði vaksnum og børnum í teimum harðast raktu økjunum.

Royndu at halda vanlukkuna loyniligaÍbúgvarnir í býnum Pripyat, sum lá tætt við kjarnorkuverki, vórðu ikki fluttir beinanvegin. Ikki fyrrenn 36 tímar eftir vanlukkuna varð eitt 10 kilometra trygdarøki sett í verk, og umleið 49.000 fólk vórðu flutt burtur.

Seinni varð økið víðkað til 30 kilometrar, og fleiri enn 100.000 fólk máttu flyta.

Sovjetska stjórnin segði einki um vanlukkuna fyrr enn tveir dagar seinni, tá geislavirkni varð mált í Svøríki.

Eldsløkkjing og upprudding

Bráðfeingis arbeiði byrjaði beinanvegin eftir spreingingina. Sløkkiliðsfólk sløktu eldin, men nógv teirra vórðu útsett fyri lívshættisligari stráling.

Seinni vórðu túsundtals fólk sett inn at rudda og avmarka dálkingina. Arbeiðið var sera vandamikið, og nógv fingu høgar stráludósir.

Ein stórur bygningur, kallaður "sarkofag", varð bygdur út yvir tann oyðilagda og vandamikla reaktorin fyri at forða fyri enn meira geislavirkni.

Langtíðarárin og dálking

Vanlukkan dálkaði stór øki. Umleið 100.000 ferkilometrar vórðu ávirkaðir, serstakliga í Ukraina, Hvítarusslandi og Russlandi.

Geislavirkið tilfar varð eisini funnið í øðrum londum í Evropa.

Tjernobyl-økið er framvegis eitt stongt øki. Tað verður mett, at tað kann taka hundraðtals til túsundtals ár, áðrenn økið aftur er trygt at ferðast í fyri menniskju.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10