Ongi úrslit

22. FM heitið er á stokkinum

Møguleiki er fyri, at KÍ longu sunnudagin fer at tryggja sær FM heitið

Jóannes Hansen
24. sepember kl. 21:57

KÍ og trúføstu áskoðararnir eru aftur í Klaksvíkar við 3-0 sigri. Sigurin í útsetta dystinum á Eiði í kvøld ber við sær, at KÍ hevur 63 stig, og at tað, nú tað eru fýra umfør eftir av ársins landskapping, eru níggju stig frá KÍ og aftur til NSÍ, sum er einasti avbjóðarin í FM kappingini.

Í síðsta umfari, sum verður leygardagin 25. oktober, hittast NSÍ og KÍ í Runavík. Tíðliga í kappingini var møguleiki fyri, at talan fór at verða FM finalu henda síðsta leygardagin í oktober, men soleiðis verður tað ikki.

Sunnudagin fer KÍ út á Toftir, og tá fara trúføstu viðhaldsfólkini við sínum monnum. Tað er møguleiki fyri, at klaskvíkingar longu sunnudagin fara at vinna FM – tað 22. í røðini – í 24. umfari. Soleiðis verður tað, um KÍ vinnur ímóti B68, og um NSÍ ikki vinnur fulla úrtøku í Sørvági.

Stóri maðurin í Hólmanum á Eiði í kvøld var Árni Frederiksberg. Hann skoraði tvey mál, og hann legði upp til málið, sum Filip Brattbakk skoraði til 2-0.

 -Tá ið mótstøðuliðið er í 7-3-0 útgávu, so er tað torført. Tað ráddi um at hava tol og flyta bóltin soleiðis, at teir runnu og møddust. Tað eydnaðist og so vistu vit, at tað fór at eydnast at skora, og so endaði tað soleiðis, sum tað varð roknað við. Vit skulu hava fýra stig aftrat fyri at tryggja okkum FM heitið, og nú er fokus á sunnudegnum, tá ið vit fara út á Toftir at spæla, sigur Árni Frederiksberg í samrøðu við FM1 útvarpið.

KÍ hevur fýra dystir at tryggja sær tey fýra stigini, sum eru neyðug at vinna aftrat, um NSÍ fær fult í sínum dystum. Umframt at spæla sunnudagin á Toftum, so fer KÍ at spæla í Sørvági, á heimavølli ímóti TB og so í síðsta umfari á útivølli ímóti NSÍ.

EB/Streymur – KÍ 0-3 (0-0)

0-1: Árni Frederiksberg

0-2: Filip Brattbakk

0-3: Árni Frederiksberg

Dómari: Áki Leitisstein Hansen

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Menning Debes Geyti, Ábraham Klein Joensen, Mikkjal Hellisá, Virgar Jónsson, Símun Kalsø – Kristian Svabo Eliasen, Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen, Niels Pauli Danielsen – Búi Egilsson

Gult kort: Ábraham Klein Joensen, Tóki H. Johannesen, Magnus Pauli Thomsen

Venjari: Sigfríður S. Clementsen

KÍ: Mads F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Filip Brattbakk – Páll A. Klettskarð, Mads Bo Mikkelsen

Gult kort: Árni Frederiksberg

Venjari: Magnus Powell

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47