Tórshavnar kommuna skrivar í dag á Facebook:
- Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum út eitt grundøki á umleið 1.900 m² í havnarlagnum í Hesti til bygging av frítíðarhúsum.
Endamálið við útbjóðingini er at skapa eitt samanhangandi frítíðarhúsøki við íblástri frá føroyskum neystum og sjóvarmálanum, sum virðir landslagið og samstundis styrkir bygdarlívið í Hesti.
Útbjóðingin er serliga ætlað arbeiðstakarum, byggifyritøkum og feløgum, ið ynskja at menna verkætlanina sum eina samlaða loysn.
Freistin at lata inn tilboð er 15. mai 2026 klokkan 12.00