Ongi úrslit

18 spælarar hava fingið landsliðsboð

16 spælarar vera við í dystunum ímóti Kosovo á heimavølli og Ukraina á útivølli

Hondbóltssamband Føroya
14. oktober 2024 kl. 15:46

Áhugin fyri hondbóltslandsliðnum er sera stórur. Tað sæst eitt nú aftur í, at tað er útselt til EM undankappingardystin, sum mikudagin 6. november verður á heimavølli ímóti Kosovo.

Nú stundar tað til at komandi EM-undankappingin hjá monnu. Í hesum sambandi hava landsliðsvenjarnir úttikið 18 leikarar til fyrstu dystirnar móti Kosovo og Ukraina.

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið 18 leikarar til dystirnar. Seinni verða 16 leikarar endaliga úttiknir til hvønn dyst.

Málverjar:

Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)

Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SWE)

Bakkar:

Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)

Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)

Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)

Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)

Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf, (GER)

Kjartan Johansen, Lemvig-Thyborøn, (NOR)

Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Bjarni í Selvindi (Valur)

Vengur:

Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)

Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)

Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

Allan Norðberg, Valur, (ISL)

Strikur:

Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)

Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)

Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

EM-undankappingardystirnir móti Kosovo og Ukraina, verða leiktir ávikavist, á heimavølli í Høllini á Hálsi mikudagin 6. november kl. 19.00, og á útivølli í Vilnius í Litava sunnudagin 10. november kl. 13.00. Tað er útselt til heimadystin í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

Í gjár kl. 09:13

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14