Ongi úrslit

Ruddaðu 17 tons í ár

Ársins ruddingardagur hilnaðist sera væl

© Mynd: Jørgen Neshamar Asmussen
Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
15. oktober kl. 14:00

Føroyar vóru aftur í ár partur av altjóða tiltakinum World Cleanup Day, og úrslitið var ikki hissini: 880 fólk ruddaðu tilsamans 17 tons av burturkasti. Tað er stór framgongd, samanborið við í fjør, tá ið 2 tons vórðu tald upp.

Ruddingardagurin varð hildin leygardagin 20. september 2025 og dagarnar rundanum. Fólk luttóku um alt landið – úr Klaksvík og suður til Trongisvágs og úr Vágunum eystur til Nólsoyar. Og í Sandoy og meginøkinum var luttøkan eisini góð.

Bæði stórt og smátt varð ruddað: alt frá smáum plastlutum til størri burturkasti sum dekk og jarn. Ruddað var bæði á landi og á sjógvi, og luttakararnir vóru bæði børn og vaksin.

Summar ruddingar vóru samskipaðar av Rudda Føroyar, meðan aðrar vórðu settar í verk av einstaklingum, feløgum og fyritøkum.

Høvuðssamskipari er Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, sum hevur staðið fyri samskipanini og samskiftinum við ruddarar og samstarvsfelagar.

Fyriskipararnir takka kommununum fyri gott samstarv og fyri at taka sær av burturbeiningini og IRF og kommunalu brennistøðunum fyri at taka ímóti ruskinum. Eisini senda tey eina tøkk til allar einstaklingar, skúlar, dagstovnar, fyritøkur, feløg og stovnar, ið hava ruddað ella stuðlað á annan hátt.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53