Ongi úrslit

17 ára gamal steðgaður í bili hjá foreldrunum.

Ein maður gekk og sparkaði bilar

Jóhanna Højgaard
27. juli kl. 11:06

Umleið Kl. 04.30 í nátt steðgaði ein patrulja einum bili í Svabogøtu, tí hann koyrdi ov skjótt.

Førarin var ein bert 17 ára gamal drongur, sum var farin ein biltúr við bilinum hjá foreldrunum.

Drongurin var ikki ávirkaður.

Eisini var ringt inn í nát, um at ein maður gekk og sparkaði bilar eitt stað í Havnini.

Løgreglan fer í dag at kanna um nakrir skaðar eru á bilunum. Hareftir verður tað so upp til bileigararnir, um teir vilja gera meira við málið.

Vakthavandi greiður eisini frá, at løgreglan í dag fer at vera sjónlig í býnum, har fer hon fer at hjálpa til, at halda stýr á ferðsluni, nú Faroe Pride byrjar klokkan 16.00

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

13. oktober kl. 08:46