Ongi úrslit

12 filmsverkætlanir hava fingið stuðul

Til triðja stuðulsumfarið í ár, Filmur III. 2025, hevur nevndin í Mentanargrunni Landsins tikið avgerð um at veita 12 filmsverkætlanunum stuðul

Mentanargrunnur Landsins/Hedvig Westerlund-Kapnas, forfólk
11. oktober kl. 22:18

Mentanargrunnur Landsins skrivar soleiðis:

 Stuðulsupphæddin, ið lutað verður út í hesum umfarinum, er 830.000 kr.

18 umsóknir komu inn til hetta triðja stuðulsumfarið, sum søktu um tilsamans 3.137.372 kr.

Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm.

Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., sum er broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2015 og kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2025.

Við nýggju kunngerðini um stuðul til film frá 6. januar 2025 er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur stuðulsjáttanina til film. Sum kunngerðin ásetur, hevur grunnurin sett tveir filmsráðgevar at meta um og gera tilmæli til grunnin. Avgerðin hjá nevndini um hvør fær stuðul til film, er bygd á tilmæli frá ráðgevunum.

Samlaða filmsjáttanin fyri 2025 eru 4,6 mió. kr. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.

 

Til triðja stuðulsumfarið í ár, Filmur III. 2025, hevur nevndin í Mentanargrunni Landsins tikið avgerð um at veita hesum 12 filmsverkætlanunum stuðul:

 

Verkætlan

Slag

Umsøkjari

Kr.

Mammuskepilsið

Stuttfilmur

Maria Tórgarð

31.000

Hiðanífrá

Stuttfilmur

Barbara Lervig

35.000

Tað er ikki synd í mær

Stuttfilmur

Eir í Ólavsstovu

50.000

$elfie 2.0 postproduktion

Sendirøð

Gorm Just

50.000

Seinasta Paradís á Jørð

Spælifilmur

Sakaris Fríði Stórá

14.000

Bastardarnir - teir óynsktu

Spælifilmur

Hjálmar Dam

50.000

Birk

Spælifilmur

Jón Hammer

200.000

93 - Ekko fra et Kollaps

Heimildarfilmur

Rikke Tambo Andersen

150.000

F.O.: Eitt "Føroyingur, Joe" Brot

Stuttfilmur

Bjørn Ulvedal Simonsen

50.000

Into the Heart / Eitt sindur um hvussu vit elska

Spælifilmur

Jón Hammer

50.000

Syng: Sangurin í kroppinum (arbeiðsheiti)

Heimildarfilmur

Gudmund Helmsdal

100.000

Havsins Handverk – Fiskur fyri Framtíðina

Heimildarfilmur

Jørgen Neshamar-Asmussen

50.000

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29