Ongi úrslit

10. fløgan ávegis

Fult út framleid gjøgnum egið plátufelag

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Týr er í løtuni í ferð við at skriva teirra 10. fløgu, og ætla teir at skriva, taka upp, framleiða og geva hana út á teirra egna plátufelagi, Runic Records. Hettar er plátufelag sum teir stovnaðu fyri fáum árum síðani. 

Í løtuni reka teir eitt átak, har teir savna pening til hesa verkætlan, og bjóða teir tí nógvar ymiskar fyrimunir til tey, sum stuðla við at gerast sokallaðir patreon.

Hettar kann ein gerast, byrjandi so lágt sum líka yvir 20 krónur. 

Eisini framleiða teir Týrcast, sum er teirra offisiella vidcast á YouTube, har limirnir í bólkinum eru við. Patreons fáa eisini har fyrimunir, nevniliga fyrr atgongd til sendingarnar enn onnur.

Limirnir í Týr vóna, at nógv fólk fara at umhugsa at gerast Patreons hjá teimun. Hettar er ein frálíkur máti at stuðla føroyskum tónleikarum, so teir ikki nýtast fara út í umheimin at framleiða tónlist.

Facebook

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Í gjár kl. 08:56

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25