Ongi úrslit

1. mars er altjóða dagur ímóti mismuni

Áki Bertholdsen
9 tímar síðan

Sameindu tjóðir (ST) hevur útnevnt dagin í dag, 1. mars, at vera altjóða dag ímóti mismuni.

MEGD vil tí nýta høvið at varpað ljós á, at lógir og skipanir í Føroyum áhaldandi fremja mismun ímóti fólki, ið bera brek, men at tað tíbetur ber til at finna virðiligar og varandi loysnir.

Veitst tú:

✅ at Føroyar hava sett í gildi altjóða brekrættindasáttmálan, sum kann nýtast sum amboð at smíða javnrættindi inn í lóggávu og skipanir?

✅ at Føroyar framvegis ikki hava nakra breiða lóggávu sum bannar øllum formum fyri mismuni vegna brek í føroyska samfelagnum? Til samanberingar hava grannalond okkara hava havt slíka lóggávu í áratíggju.

✅ at galdandi javnstøðulóg í Føroyum bara bannar mismun vegna kyn, men ikki vegna brek, húðarlit, aldur, átrúnað ella onnur grundleggjandi atlit?

✅ at tilmælini frá altjóða brekrættindanevndini til Føroya landsstýri byggja á altjóða framkomna gransking og serfrøði innan eitt nú løgfrøði, búskaparfrøði og samfelagsfrøði, og kunnu hesi vera við til at fyribyrgja og basa mismuni vegna brek?

✅ at feløgini hjá fólki, ið bera brek, hava týðandi vitan og førleikar at ráðgeva politikarum og myndugleikum um, hvussu til ber at fyribyrgja og basa mismuni í eitt nú lóggávu og skipanum?

 MEGD vil hervið ynskja øllum ein góðan altjóða dag ímóti mismuni.

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25