Føroysk yrkisleiklistafólk eru framúrskarandi og listin tey gera er serstøk dýrabar og ein ómissandi fortreyt fyri menningini av okkara mentan. Her í Føroyum skarar teirra arbeiði framúr í tí mentanarliga landslagnum og leitar føroysk list sær út um landoddarnar, so skarar hon eisini har framúr og stendur fult altjóða mát.
Sum dømi úr rúgvuni kann nevnast myndlistafólk, ið verða hálovað, tá ið tey umboða Føroyar og framsýna í París og New York, eitt føroysk yrkingasavn og ein føroyskur filmur hava júst vunnið Norðurlendska virðisløn, aftur í ár hava føroyskir filmar gjørt seg galdandi á CHP:DOX, føroyskur sjónleikur fær framúr ummæli uttanfyri Føroyar, konsertir við føroyskum tónleiki er eftirhondini vorðin gerandiskostur í stórbýnum kring heimin og eg kundi hildið áframm.
Føroysk list ríkar okkum mentanarliga, hon er fíggjarliga ein góð íløga, hon mennir okkum socialt, innan fagurfrøði og innovatión, styrkir samanhald og samhaldsfesti, hon kann bjóða okkum av á ymsan hátt og hon er ein góður ambasadørur í útheiminum.
Listin er ómissandi, og tí skulu vit tryggja góð kor og góðar karmar um virksemi hjá yrkislistafólkunum. Vit skulu stuðla øllum listasløgum í at røkka út um Havnina og landoddarnar.
FLEIRI LISTAFÓLKALØNIR
Talið av listafólkalønum skal økjast við einari listafólkaløn um árið komandi fýra árini.
HØLI TIL FRÍYRKISLISTINA
Arbeiðs-, framsýningar-, framførsluhøli skulu tryggjast. Meðan listafólkini hava gingið uttan høli, so hevur stóri grái bygningurin í Hoydølum staðið tómur og bíða síðani 2018. Har eiga listafólkini at sleppa inn.
ØKTUR VERKÆTLANARSTUÐUL
Verkætlanarstuðul hjá Mentanargrunninum til yrkislistaligar verkætlanir skal økjast við 20 procentum árliga komandi fýra árini.
TILTØK UM ALT LANDIÐ
Tað skal loysa seg at spæla og sýna fram fleiri støð í Føroyum tí eigur Mentanargrunnurin at fá eina serliga játtan til ferðing við tiltøkum.
ÚTFLUTINGS STIMBRAN AV MYND- OG LEIKLIST
Tónleikurin hevur eina skipan, sum eitur FMX, bókmentirnar hava FarLit mynd- og leiklistin skulu eisini hava skipanir, sum stuðla uppundir at hesar listir kunnu mennast vinnuliga við atgongd til altjóða marknaðir.
Hesum vil eg stríðast fyri komandi fýra árini.
Kristianna Winther Poulsen, valevni til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin