Verandi koppsetingar móti koronu skuldu vart móti ógvisligari sjúku, eisini um tú ert smittaður við omikron frábrigdinum, sigur heimsheilsustovnurin, WHO, í dag.
Boðini koma eftir, at kanningar í Suðurafrika, har omikron frábrigdið fyrst varð uppdagað, geva ábendingar um, at omikron møguliga kann snúgva sær undan koppsetingini frá Pfizer.
Sambært BBC siga granskararnir úr Suðurafrika, at týðiligur munur sást á evnunum hjá koppsetingini at basa omikron í mun til hini frábrigdini.
Men WHO vil vera við, at har eru eingin tekin um, at omikron hevur lættari við at skáka sær undan koppsetingini enn hini frábrigdini.
- Vit hava sera effektivar koppsetingar, sum hava víst seg at virka móti øllum frábrigdum higartil, tá hugsað verður um ógvisliga sjúku og innlegging á sjúkrahúsi, og har er eingin grund til at halda, at tað ikki skal vera so við omikron, sigur Mike Ryan, lækni hjá WHO, við tíðindastovuna AFP sambært BBC.
Mike Ryan leggur aftrat, at tað er líkt til, at fólk verða minni sjúk av omikron enn hinum frábrigdunum.
Tað er Pfizer koppsetingin, ið verður brúkt í Føroyum.
Omikron frábrigdið varð fyri fyrstu ferð skrásett í Føroyum í kanningunum frá í gjár, og við Dimmalætting segði Lars Fodgaard Møller, landslækni, at talan var um eini 20 tilburðir av omikron. Samlaða talið á smittutilburðum í gjár er um 70, metir landslæknin.