Ferðvinnan skal eftir ætlan verða eitt eyka bein, sum føroyski búskapurin byggir á. Í 2012 setti ferðavinnan sær sum mál at umsetningurin skal røkka einari milliard krónum. Hóast tølini ikki eru endalig enn, er milliardin nú rokkin, tí hóast onkrar broytingar kanska fara at vera í endaligu tølunum, fara tey ikki niður um milliardina. Málið var art røkka milliardini í 2020, men sum vit øll vita, var heimurin júst tá raktur av herviligu korona-farsóttini. Tað tók sína tíð og tá ið so hon var av, væntaðu tey flestu, at ferð fór at koma á aftur, men so brast kríggj á í Evropa. Í fjør vóru Føroyar so raktar av einum verkfalli á arbeiðsmarknaðinum sum vardi einar seks vikur. Hóast tað, var málið nátt í fjør.
Korona
Korona var sum at fáa ein frammaná hjá føroysku ferðavinnuni. – Vit vóru í einari menningarfasu, har sum tað gekk rættuliga skjótt. Tvey nýggj gistingarhús vóru á veg - Hilton og Brandan - og Hotel Føroyar var í ferð við at økja um kapasitetin til tað dupulta, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. – Aðrir luttakarar í ferðavinnuni vóru eisini í ferð við at rigga seg til, men so knappliga bleiv alt avlýst, orsaka av altjóða støðuni og ongir gestir komu hendan vegin, sigur hon. Hon sigur, at hetta var ein ógvuliga tung tíð. Starvsfólk vórðu sett, sum nú máttu sigast úr aftur starvi og summi komu ikki yvir hetta bakkastið.
Nýggj mál
Tað sigur seg næstan sjálvt, at tá ið eitt av langtíðarmálunum er rokkið so skulu nýggj mál setast. – Fyri tveimum árum síðani valdu vit eina strategi, sum vit kalla Heim. Vit hyggja fram ímóti 2030. Í tí liggur,at alt sum vit gera, skal gagna Føroyum og føroyingum, sigur stjórin í Visit Faroe Islands.
Hon nevnir millum annað, at vit sjálvandi skulu royna at fáa ferðafólk hendanvegin, men at virkast skal eisini fyri til dømis at fáa ráðstevnur hendan vegin. – Hetta skal sjálvandi leggja pening eftir seg, men vit eiga eisini at hugsa um, at hetta slagi av turismu eisini leggur millum annað vitan eftir seg í Føroyum.
Eitt annað, sum hon vísir á eisini fylgir við ferðavinnuni, er fleiri og betri flogrutur hendan vegin, fleiri matstovur og annað, sum tilsamans ger tað betri fyri okkum, sum búgva her í landinum. Eitt annað, sum ferðavinnan eisini leggur dent á, eru tey tilboð og tiltøk, sum nú eru kring alt landið.
ferðast kring landið og halda vikuskifti aðrastaðni enn heima við hús, men enn er ringt at síggja á tølunum, hvussu nógv gera tað, sigur Guðrið Højgaard.
Hon sigur, at enn eru tað gistinætur, sum tey síggja, og har verður bert uppgjørt í samlaðum tølum – ikki hvønn tjóðskap fólk hava. Umframt tað, verða tølini fyri Airbnb ikki kunngjørd, tí amerikanska fyritøkan, sum situr á hesum tølunum er heldur kørg við at upplýsa hesi tøl. – Men Hagstovan er farin undir arbeiði at fáa tølini til vega, so vit síggja fram til at fáa neyvari tøl enn tey vit hava í dag, sigur hon.
Hvat skulu vit
Í nýggju ætlanini verður eisini hugt eftir, hvat tað er vit ynskja av ferðavinnuni. Ljós verður varpað á, hvussu nógv einstøku ferðamálini í Føroyum tola av trýsti frá ferðafólkum - ella við øðrum orðum, hvussu nógva orku hava vit at taka ímóti gestum.
Tað var soleiðis til fyri eini 15 árum síðani, at ferðafólk stórt sæð bert vitjaðu í Føroyum í juni, juli og august. Hetta hevur verið ein avbjóðing, sum var tikin upp og tað vísti seg at bera væl til at leingja hetta tíðarskeið nakað. – Men tað virkaði bert til vit komu til korona-tíðina. Síðani hevur tað knípt eitt sindur, at fáa fólk at koma hendan vegin aðrar tíðir, so hetta er eitt av málunum, sum vit hava sett okkum fyri at arbeiða við, sigur Guðrið Højgaard.
Eitt annað sum er hent eftir korona, og eftir at vit fingu kríggj í Evropa, er, at ferðafólk bóka ferðir seinni enn tey gjørdu. Hetta ger tað torførari hjá teimum, sum virka í ferðavinnuni at leggja til rættis.
– Eitt annað er, at vinnuferðavinnan er knýtt at hvussu tað gongur í vinnulívinum. Eru konjunkturarnir góðir, ber betur til at skipa fyri ráðstevnum og ferðum, meðan pengarnir ikki sita so leysir, tá ið vinnulívið hevur tað ringt, sigur stjórin. Hon sigur tó, at tað sær út til, at tað aftur fer at bera til at leingja tíðina, har ferðafólk koma hendan vegin. – Endamálið er, at tey sum virka í ferðavinnuni kunnu liva av henni alt árið. Sjálvandi eru støð í Føroyum, sum vegna veður og vind ikki eins væl kunnu vitjast um veturin, men á øðrum økjum ber væl til at taka ímóti fólki alt árið, so tað arbeiða vit hart við, sigur hon.
2025
Árið í ár er við at nærkast háárstíðini fyri vitjandi úr øðrum londum, men tað tykist vera eitt sindur torført at siga, hvussu árið fer at roynast. Visit Faroe Islands hevur ikki gjørt nakra kanning, men tað, tey hoyra frá sjálvari ferðavinnuni er eitt sindur ymiskt. – Summi siga, at bókingarnar eru nógvar í ár og at tær koma fyrr enn tær hava gjørt seinastu árini, men onnur halda, at tað enn gongur eitt sindur trekt og seint. Dimmalætting hevur tosað við fleiri aktørar í ferðavinnuni, sum siga at bókingarnar fyri summarið eru góðar, og meta at hetta verður eitt gott ár.
Vit hava eisini tosað við onnur, sum ikki eru so bjartskygd – Men sum vit hoyra tað júst nú, er vøkstur í bókingunum, og heldur tað, er hetta tað fyrsta árið við veruligum vøkstri síðani korona. Vónandi verður tað so, sigur Guðrið Højgaard. Visit Faroe Islands hevur tó hoyrt um, at nakrar avlýsingar eru komnar - serliga úr USA.
– Hetta er tó ikki nakað stórt tal, men vit kenna ikki framtíðina, tí alt broytist frá degi til dags – Men sum ferðavinna, vilja vit fegin hava fólk úr USA at koma hendan vegin. Tey eru góð vitjandi, sum leggja pening eftir seg – kanska eitt sindur meira enn onnur, sigur stjórin.