Ongi úrslit

Vit skulu hava fullan sjálvsavgerðarætt

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Ábyrgd støðufesti og breiðar semjur. Tað er grundarlagið undir nýggju samgonguni, sum nú er skipað ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Samgonguskjalið er lagt fram beint nú og tá staðfesti komandi løgmaður, Beinir Johannesen, at blokkpolitikkurin er farin í søguna.

floksformenninir siga, at nýggja samgongan hevur sett sær fyri at gera íløgur í yngra ættarliðið við at styrkja barsilsskipanina, foreldur at smábørnum fáa ein barnakekk og barnafrádrátturin verður hækkaður. Arbeiðið at byggja nýtt Fróðskaparsetur heldur fram.

Flokkarnir eru eisini samdir um at vit skulu í samráðingar við donsku stjórnina um at fáa tær neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar, so at vit fáa limaskap í altjóða felagsskapum.

Og vit skulu hava fullan avgerðarrætt á øllum økjum, sum viðvíkja Føroyum. Vit skulu hava tær neyðugu heimildirnar, men tað hevur minni týdning, hvussu tað eitur, so tey vildu ikki siga um talan er um eina skipan í ríkisfelagsskapinum, ella uttan fyri. Men løgmaður ætlar at kalla allar flokkar á tingi á fund um málið við tí fyri eyga at fáa fulla semju um tað.

Samgongan fer at bøta um lestrarmøguleikarnar, bøtast skal um bústaðarneyðina og tey, sum leiga, og eru ringast fyri, skulu fáa leigustuðul.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

Í gjár kl. 08:58

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18