Ongi úrslit

Vit mugu víðari!

Árni Klein Olsen
4 tímar síðan

Hvussu ber tað til, at vit enn vassa í fosturtøkumálinum?

Miðlarnir fáa nærum ikki orðið á eitt valevni uttan at spyrja um fosturtøkumálið.

Ein flokkur fer upp á val upp á næstan bara tað málið.

Ein áhugabólkur skrivaði eisini til mín og spurdi, um eg eri fyri ella ímóti, tí tey ætla at leggja eitt yvirlit út beint áðrenn valdagin.

Men málið er samtykt.

Fráfarandi samgonga vassaði eisini í hesum málinum í trý ár. Av tí sama datt nógv annað niður fyri – mál, sum kundu gjørt tað betri fyri føroyingar.

Nú standa vit her við somu avbjóðingum, sum vit høvdu síðsta valstríð. Samstundis eru fleiri nýggjar avbjóðingar komnar omaná.

Tí má eg spyrja:

Skulu vit brúka tey næstu fýra árini upp á fosturtøkumálið?

Skulu vit eisini rulla øll onnur mál aftur, sum vit eru ósamd við?

Ella skulu vit arbeiða fyri at loysa tær avbjóðingarnar og betra um umstøðurnar hjá føroyingum?

Eg haldi, at Føroyar hava brúk fyri, at vit flyta okkum víðari!

X við Árna Klein Olsen

X við Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57