Umsóknirnar vóru fleiri enn nakrantíð, men játtanin frá løgtinginum var óbroytt. Faknevndin, ið ger av, hvør skal fáa møguleika at gera sína verkætlan til veruleika, hevði eina trupla uppgávu, tá umsóknirnar skuldu vigast.
Eftir ein langan dag, har umsóknirnar ein og ein vórðu lagdar á vágskálina, lógu 9 av teimum 50 umsóknunum eftir í bunkanum við teimum allarbestu, ið skuldu fáa lut í teimum 9,2 milliónunum, sum vóru tøkar.
– Talið á umsóknum veksur ár undan ári, og í ár var tað methøgt. Nógv hava høgar útbúgvingar, og fleiri og fleiri ynskja at sleppa at granska. Góðskan á umsóknunum er eisini vorðin nógv hægri. Tí verður tað heldur ein spurningur um at skera frá enn at velja til, tá gerast skal av, hvør skal fáa lut í tí avmarkaðu stuðulsupphæddini, sigur Bogi Bech Jensen, formaður í Faknevndini.
Hóast flestu umsøkjararnir fáa noktandi svar frá Faknevndini, fegnast Bogi Bech Jensen um, at umsóknirnar gerast fleiri og fleiri.
– Tað ber prógv um, at vitanarstøðið í okkara landi veksur. Tað er gott fyri vinnuna, fyri trivnaðin og fyri menningina av samfelagnum sum heild, at vit hava nógv, sum vilja granska, sigur hann.
Helvtin átti at fingið stuðul
Løgtingið játtar hvørt ár stuðul til gransking á fíggjarlógini. Játtanin hækkaði eitt vet í fjør, men hevur annars verið óbroytt í nógv ár. Í ár var játtanin tann sama sum í fjør.
Játtanarparturin í ár talið av umsøkjarum, ið fingu stuðul, í mun til samlaða umsøkjarataliðvar 18%. Tað merkir, at minni enn fimti hvør, ið søkti, fekk stuðul.
Í fjør var játtanarparturin 31% og í 2023 var hann 36%.
Bogi Bech Jensen harmast um, at so nógvar góðar umsóknir fáa noktandi svar.
– Nógv fleiri áttu at sloppið í gongd við at granska. Meira enn helvtin av umsóknunum, sum vit fingu í ár, vóru so góðar, at tær áttu at havt fingið stuðul. Tað hevði verið gott fyri Føroyar og fyri tað føroyska granskingarumhvørvið, sigur hann.
Føroyar eru eftirbátur
Nýggj hagtøl fyri gransking og menning vísa, at Føroyar eru eftirbátur, tá tað snýr seg um gransking og menning. Í 2023 brúktu Føroyar 1,3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking og menning. Tað var munandi minni enn hini Norðanlondini og flestu onnur lond í Evropa.
Bogi Bech Jensen heldur, at løgtingið átti at játtað nógv meira pening til at stuðla granskingarverkætlanum.
– Játtanin er alt ov lág. 9 milliónir er sjálvandi betri enn einki, men tað er ræðuliga nógv minni, enn tað átti at verið. Í ár høvdu vit við øðiliga góðari samvitsku kunnað býtt 30 milliónir út, um allar tær verkætlanir, ið høvdu uppiborið at sloppið í gongd, skuldu fingið stuðul, sigur hann.
Tá játtanin er so avmarkað, verður stuðul bert latin til smáar verkætlanir. 1,7 milliónir var mesti stuðulin, ið varð latin í ár.
Bogi Bech Jensen heldur, at vit eiga at fara undir eisini at stuðla nógv størri verkætlanum. – Sum er søkja fólk bert um stuðul til smáar verkætlanir, tí játtanin er so lítil. Um vit høvdu eina nógv størri játtan – 50 ella 100 milliónir , so høvdu vit kunnað latið upp fyri størri verkætlanum, eisini í samstarvi við stórar ES-verkætlanir, sigur hann.
Gransking loysir seg altíð
Hallið á fíggjarlógini er stórt, men kortini eiga politikarar at raðfesta stuðul til gransking, heldur Bogi Bech Jensen.
– Vit gera øðiliga stórar íløgur í byggiverkætlanir, men halda okkum ikki hava ráð at gera íløgur í gransking. Men eg eri sannførdur um, at gransking er ein íløga, sum altíð loysir seg fíggjarliga.
– Spurningurin er ikki, um vit hava ráð, men heldur um vit hava ráð til at lata vera. Gransking er tað, sum skal lyfta okkara land upp, so vit eru kappingarfør. Gransking fær fólk við høgum útbúgvingum til landið, so okkara vinnur kunnu fáa nýggja vitan og førleikar, og nýggjar vinnur, ið oftast eru vitanarvinnur, kunnu mennast.
– Øll gransking er góð og styrkir okkara kappingarføri. Við at finna fram til betri heilivág ella við at finna nýggjar betri hættir hjá okkara børnum at læra støddfrøði kunnu vit spara pengar. Og við at granska í okkara mentan og samleika, kunnu vit økja trivnaðin í landinum og fáa ung fólk at vilja vera her heldur enn at flyta av landinum, sigur Bogi Bech Jensen.
9 verkætlanir fingu 9,2 milliónir í stuðli til gransking
Níggju granskingarverkætlanir fingu tilsamans 9,2 mió. kr. í stuðli til gransking frá Granskingarráðnum í ár. Løgtingið játtar á hvørjum ári stuðul til gransking, ið Granskingarráðið umsitur. Í ár vóru 9 milliónir settar av á fíggjarlógini. Játtanin var tann sama sum í fjør.
Granskingarráðið legði 200.000 kr. afturat stuðulsupphæddini, ið lupu av frá verkætlanum, sum vóru lidnar ella steðgaðar. Metnógvar umsóknir um stuðul vóru innkomnar, tá árliga umsóknarfreistin gekk út 16. februar. Heilar 50 umsóknir – 11 fleiri enn í fjør skuldu kappast um tær 9,2 milliónir krónurnar, ið vóru tøkar. Skuldu allar umsóknirnar verðið játtaðar, hevði tað kostað tilsamans 54,3 mió. kr.
Ein faknevnd ger av, hvør skal fáa stuðul. Av teimum níggju verkætlanunum, ið sluppu ígjøgnum nálareygað, vóru 5 ph.d. verkætlanir. 67% av verkætlanarleiðarunum eru kvinnur og 33% menn.
Faknevndin, ið hevur 5 limir, grundar avgerðir sínar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.
Hesar verkætlanir fingu stuðul til gransking í 2025:
Margretha Nónklett: "Samanhald gevur styrki - Uppruni, gongd og ávirkan hjá føroysku Kvinnufylkingini frá 1975 til fyrst í 1980’unum". Verkætlan á Tjóðsavninum, kr. 330.000
Ingi Heinesen Højsted: "At verkseta PISA gransking: Ein design granskingartilgongd til at menna støddfrøðiligt lesføri hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans". Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, kr. 1.700.000
Tróndur Møller Sandoy: "Føroysk ungdómsfráflyting, útbúgving, afturflyting og samfelag: Ein fleirháttarlig tilgongd". Verkætlan á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, kr. 950.000
Terji Nielsen: "Gagnnýtsla av vitlíki í orkustýringarskipanini fyri at økja um virknið og minka um útlátið av koldioksidi á leiðini til 100% burðardygga elskipan". Ph.d. verkætlan á SEV, kr. 650.000
Karin Habermehl Cwirzen: "Endurnýtsla av útgrivnum gróti sum nýhugsandi tilfar". Ph.d. verkætlan á Náttúruvisindedeildini á Fróðskaparsetrinum, kr. 1.600.000
Maria Marjunardóttir Dahl: "Kortlegging av føroysku PMCV smittusøguni". Ph.d. verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, kr. 1.250.000
Katrin Hoydal: "Broytingar í vistskipanum á føroyskum firðum seinastu øldina". Verkætlan á Umhvørvisstovuni, kr. 1.000.000
Durita Viderø Gunnarsson: "Øking av kropsligum virkni hjá innløgdum sjúklingum við talgildari interventión til sjúklingar og starvsfólk". Ph.d. verkætlan á Heilsugranskingareindini, kr. 1.100.000
Ulrike Steuerwald: "Genetisku orsøkirnar til idiopatiska hyperketosu í Føroyum". Verkætlan í Heilsugranskingareindini, kr. 600.000