Ongi úrslit

Vit gloyma ikki íbúðir til tey eldru

Marin Jakobsen, valevno fyri Framsókn
3 tímar síðan

Vit fara at byggja nógvar íbúðir til tey ungu, lat einki vera at ivast í. Men vit í Framsókn gloyma ikki tey eldru.

Eitt heim, er eitt stað, har tú skapar minnir, har útvarpið er frá og døgurðin angar í øllum húsinum. Eitt heim, er har tú hevur tey djúpu prátini og bjóðar tínum kæru til ein drekkamunn.

Men fyri tey eldru, kann tað heimið, tey einaferð bygdu, knappliga tykjast ov stórt og ópraktist. Nú arbeiði eg á eldraøkinum og sum heimahjálp og havi sæð, hvussu húsini, hesi hjúnini einaferð bygdu saman, knappliga ikki kann nøkta tørvin hjá teimum.

Til dømis, tá ið annar av teimum, dettur og brýtur beinið. Knappliga, kann hetta parið, ið eru  lívsvitni hjá hvør øðrum, ikki halda saman longur. Kanska tí at trappan er ov brøtt ella vesið er ov trongt. Tað ynski eg at broyta.

Tað virkar kanska løgið, at eg skal hugsa um tað sum 25 ára gomul, men sjálv eri eg voksin upp við foreldrum, ið hava hildið saman síðani tey vóru tannáringar og havt ommu og abba, ið nú hátíðarhalda gullbrúdleyp. Tey eru ikki bara hjún, men bestu vinir og lívsvitni hjá hvør øðrum.

Eg ímyndi mær at tey eldru minnast aftur á gamlar dagar, sum teir bestu dagarnar. Har heilsan og orkan arbeiddi við teimum, ístaðin fyri ímóti teimum. Har ferð var á og hendurnar upptiknar. Knappliga er húsið kvirt og børnini eru vaksin, men hjúnini halda saman og tey hava hvønn annan.

Eg ynski so inniliga, at tey eldru hava møguleikan at halda saman sum longst, at har eru íbúðir til tey, ið hava ov stór hús. Eg ynski íbúðir, har tað er pláss at hava barnabørn til døgurða og pláss hjá heimahjálpini at geva røkt. Hetta letur eisini upp fyri at fleiri bústaðir vera til sølu og tískil kann ungdómurin sleppa fram at gamla heiminum. Tey ungu, ið flyta inn, hava helst tørv á størri plássi, tí børn leggjast afturat.

Tað skal ikki vera ein býtt trappa ella eitt trongt ves, ið ger at tit noyðast at skiljast. Tað skulu heldur vera nýggir møguleikar, ið lata seg upp, tá ið ein hurð fer aftur. Tit skulu virðast, tí tit hava bygd land og tað eri eg takksom fyri.

Marin, 25 ár.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57