Ongi úrslit

Vit ferðast sum ongantíð áður

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Tað er fleiri ferðir nevnt, at talið á fólki sum ferðast veksur alsamt. Og nú Hagstovan hevur gjørt tølini upp fyri í fjør, vísir tað seg, at ferðafólkatalið setti met.

tølini vísa, at í fjør ferðaðust tilsamans 510.115 fólk ímillum Føroyar og umheimin - og tað er tað mesta nakrantíð.

Umleið sama tal á fólki kom til Føroya og fór úr Føroyum, men okkurt ár er eitt sindur av muni.

Í fjør komu 255.035 fólk til Føroyar og 255.080 fólk fóru úr Føroyum.

Í talvuni niðan fyri sæst, hvussu gongdin hevur verið hesi seinastu árini.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

Í gjár kl. 19:00

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

Í gjár kl. 11:41

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

28. apríl kl. 09:14