Ongi úrslit

Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúlanum.

Rannvá Dahl Djurhuus
2 tímar síðan

Tað, at vera blivin pensjónist og framvegis ynskja at arbeiða eitt sindur, men samstundis halda seg aftur, tí man verður mótroknað, eggjar ikki til kveiktan arbeiðshug fyri sjálva ella onnur.

Hetta sæst bæði, tá tað snýr sum um heitar hendur og sjálvbodnan áhuga.

Tak eitt nú kvøldskúlan. Har eru fleiri, sum hava steðgað við at undirvísa, tí tey vórðu mótroknað í teirra pensjón.

Eg veit, at bara í brodering eru tað fleiri av teimum allar dugnaligastu, sum ikki longur geva teirra kunnleika og inspiratión víðari.

Kvøldskúlin manglar lærarar, og serliga innan handverkið brodering er langur bíðilisti hvørt ár.

Latið okkum fjerna mótrokningina í pensjónini, so vit kunnu fáa fleiri aftur til arbeiðis, og enn fleiri, sum kunnu fáa gleði av hesum fantastiskum menniskjum.

X við Rannvá Dahl Djurhuus

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57