”Mannamúgvan, ætlandi ca. 50 í tali, fór nú til gongu inn eftir og dánaði seg til eitt demonstratiónstok – kravgongu. Fyri durunum á kommunuskrivstovuni, ið er í húsunum hjá P/F Føroya Banka, steðgaði fylgið, og so mong sum rúmaðust fóru inn í høvuðsgangin, sum er felags fyri Føroya Gjaldstovu, Rósing Rasmussen, heilsølumann, og kommunuskrivstovuna.”
Vit, á mínum aldri, minnast ímyndina av kommununi í drúgt áramál, Karl Johan Hansen, sum tíðum sást á ferð - millum kommunuskrivstovuna og posthúsið á Høgabóli - undir føroyskari reyðhúgvu. Hann var slektaður av Kinn í Lamba og var skrivari í áratíggju. Nakað fyri jól í 1966 vóru hann og borgarstjórin, Frederik Hansen, Leirvíks-Frederik, gíslatiknir á meginstøðini hjá kommununi í Heiðunum. Ilt blóð var í, og kravgongumenn uttaneftir høvdu í hyggju at storma meginbasuna – onkur kravdi í sinnismuni at fáa fatur á kommunukassanum. Í 14 tímar og 15 minuttir sótu teir báðir í fangilsi - uttan at fáa vátt ella turt. Karl Johan hevur skrivað eina frágreiðing frá hesi hending, og finst hon í bókini ”Av Tinghellu á Førjaklettin.”
Tað angaði av bylting. Løgregla, landsstýri, sýslumaðurog partvíst Føroya løgting gjørdust partar av hesum stríði, sum umsíðir endaði við, at Nes Sóknar kommuna var skeklað sundur í tvinnar lutir hin 1. apríl í 1967. Burturúr hesum kom Runavíkar kommuna, ið rakk úr Æðuvík inn á Skipanes. Ivaleyst hava nógvar orsøkir verið til hetta slitið, sum við lóg gjørdist tað seinasta í Føroyum. Á slóðini fram til hendan dag hendi kortini mangt og mikið, sum broytti kommunalu landafrøðini í oynni og í Føroyum.
Býráð eftir býráð hava hvørt eftir øðrum lagt dyggar lunnar undir stóra menning hesi árini síðan markamótið í 1967. Ongin nevndur – ongin gloymdur, hava øll lagt alla orku og megi í at flyta kommununa fram á leið. Tað gongur sjón fyri søgn.
Fyrst í hesari øldini hendir tað stóra skiftið, eitt satt paradigmuskifti, táið eitt savningarrák tekur seg upp, og fimm kommunur í oynni taka seg saman í eina eind, sum gerst hin triðistørsta í landinum. Oyndarfjarðar, Elduvíkar, Funnings, Skála- og Runavíkar kommunur, sum toyggja seg av Tinghellu norður á Førjaklettin, kasta saman, og tey flestu munnu vera á einum máli um, at hetta var ein røtt avgerð, men skal støðan vera viðvarandi, krevst, at tey, sum sita á høvuðsstøðini,støðugt hava sær sum mál, at ein kommuna skal hugsast frá ytstu mørkum inn á miðjuna, annars støkkur hon sundur í tógvar lutir til óbótaligan skaða fyri ætlaðu eindina. Borgarin eigur kommununa, og tað eru hansara og bara hansara áhugamál, ið skulu røkjast – líkamikið um hann býr í Elduvík ella á Glyvrum. Ein samrakstrarmáttur gongur sum ein ál umvegis 15 bygdir - ymiskar gamaní og tíbetur – og hann skal røkjast, og hesum skulu diverse býráð hava sær sum fremsta mál.
Býráð og ein vaksandi fyrisiting hildu til í leigaðum hølum í tveimum ella trimum syftum í niðari borði á Heiðavegi, fram til løtuna, táið kommunan eftir kreppunakeypti omanfyri vegin, húsini har Sjóvinnubankin hevði hildið til, eftir at hesin keypti matrikkulin frá Karl Johan og Anthoni og konum teirra.
Tað var ikki gerandiskostur, at menn og kvinnur gingu á dyrnar hjá kommunalinum, sosialir miðlar við jungluterrori vóru heldur ikki uppfunnir, og yvirhøvur hildu fólk skil á egnum viðurskiftum. Skatturin varð goldin, og so roknaði man bara við, at grundtænasturnar vóru hóskiliga skipaðar. Keypti man, sum í mínum føri,eini hús, ein prestagarð, so hevði ein heldur ongi ørindi hjá Eliesari og teimum í tøkniliga departementinum, táið man royndi at fáa sær tak yvir høvdið.
Við gomlu skattaskipanini og rúsdrekkalógini var tað kortini soleiðis, at tað bar ikki til at loysa ein hvítan flamingokassa út á posthúsinum, ella niðri á Skipafelagnum, uttan rúsdrekkakort og skattaváttan. Nú var tað soleiðis, táið vit gingu á Føroya Sjómansskúla, at teir flestu høvdu parkerað skyldugan skatt soleiðis, at hann skuldi gjaldast, táið farið varð til skips aftur eftir lokið prógv. Soleiðis var tað ikki í mínum føri. Hevði avgreitt skattin. Einaferð skuldu vit halda eina størri veitslu, navigatørveitslurnar vóru tá tiltiknar, og kassin var komin, men kort og váttan skuldu til. Táið vit ikki høvdu møguleika fyri at leggja leiðina framvið hjá kommununi, meðan opið var, ringdi eg til hennara,kommununa, og fekk fatur á mínum góða vini Martini í Grund. Greiddi honum frá støðuni og helt fyri, at vit báðir Virgar Dahl ikki kundu vera í Heiðunum fyrrenn væl eftir afturlatingartíð. Tá segði hann tey ógloymandi orðini: ”Eftirsum tað er ein komandi skipari, ið hevur tørv á at svala sær vælindini við einum dropa, skal eggreiða hetta og bíða eftir tær.” Tað mundi vera um náttverðatíð at vit lendu við dyrnar, og har stóð Martin, sum hevði skilt, at fleksibilitetur er ein dygd, eisini hjá einari kommunu. Tað er ikki óvist, at hetta eisini hevði borið til í dag, ein kommunuskrivstova er til fyri borgaranog ikki øvut.
Ikki fyrrenn Magnus Rasmussen og onnur hildu, at eg kundi brúkast sum havnarmeistari við Runavíkar havn í 2010, gjørdist eg títtari gestur á Heiðavegi 26. Í meira lagi kanska, tí eg hespaði mær nakrar parkeringsbøtur upp á snælduna hesa tíðina. Minnist serliga ta einu ferðina, konversatiónin gjørdist heldur drúgv í millum okkum báðar borgarstjóran, onki skil var í mínari parkering, at Jóanes stóð við blankettini í hondini, táið eg trein uttar í tún. Hann lyfti kasjettinum á eitt vet og eyðkenda pokerandliti strammaðist nakað væl. Nærkaðist honum og royndi at kákla mær frá einari bót. Tá var tað, at hann helt fyri, víðgyrdur við klokku, pappíri og blýanti: ”Um 23 sekundir fellur revsingin(!). Kontant avrokning frá einum hygnum og skilagóðum vørði.
Fyri 10 árum síðan endaði eg sjálvur í stólinum hjá Magnusi. Tað var á ongan hátt ein ambitión, sum hevði skriðað í lógvum og heila. Hevði sagt politikkinum farvæl, táið eg søkti starvið sum havnarmeistari, har ið eg treivst óvanliga væl.
Runavíkar kommuna var nú vorðin ein heilt onnur, enn hon var eftir slitið í Nes Sóknar kommunu. Eftir føroyskum viðurskiftum ein av størru eindunum í landinum. Táið fimm kommunur leggja saman, skal bygnaðurin umskipast, og tað fóru vit í holt við – fyrst á Vegadeildini og síðan í miðfyrisitingini. Tað gjørdist býráðnum greitt, at hølisumstøðurnar ikki vóru nøktandi, eisini tí at virksemi hjá Kunningarstovuni – VisitRunavík – var skjótt ekspanderandi. Vit keyptu ognina á Heiðavegi 13 – Tryggingarbygningin - til endamálið, og ætlanin var at skipa miðfyrisiting og kunningarstovu á nýggju adressuni.
Meðan vit fyrireikaðu eina flyting, vóru vit báðir SúniSigvaldsson Kristiansen ein dagin í vanligum bankaørindum í Havn. Á Oknarvegi. Í einum samrøðukliva við veldugum panorama yvir allan vesturbýin og havnina og Nólsoyarfjørð, fingu vit avgreitt okkara ørindi. Á veg út av fundinum helt eg fyri við stjóran, Árna Ellefsen, at hann mátti siga mær frá, um húsini, har deildin helt til í Saltangará, vóru vorðin ov trivalig til virknaðin, men fyri alt í verðini mátti bankin ikki flyta úr býnum, kanska kundu vit finna eina alternativa loysn á hesum. Hann segði hvørki nei ella ja – so diplomatiskt skuldi hann hugsa um tað.
Táið nakað var fráliðið vendi hann aftur, og loysti upp fyri møguleikanum. Kann ætla, at eisini hann helt, at ein kommuna átti at havt eina meiri tignaðarliga adressu enn ta verandi. Handilin varð avgreiddur, bankin flutti inn í Tryggingarbygningin, og nú, vit hava royndarkoyrt bygningin her á Heiðavegi 54, á Høgabóli, í eina tíð, var løtan komin, har ið tey, sum eiga bygningin, borgarin, fáa møguleikan fyri at síggja, hvussu vit, sum starvast hjá borgarum okkara, húsast í gerandisdegnum. Síðan er matrikkulin á Heiðavegi 13, ið var ætlaður til sama endamál, seldur til Spf. Heiðahúsið í Søldarfirði.
Hetta var ein góð og í kostnaði hóskandi loysn. Býráð og fyrisiting liggja nú á hvør sínari adressu. Politiska skipanin heldur primert til í býráðssalinum á Glyvrum, ein fráboðan um, at politikkur og fyrisiting ikki eiga at vera tvær alin av sama vadmali. Politikararnir stinga út í kortið og taka avgerðirnar, - meðan fyrisitingin fær tær í virknað. Vænti at hendan íløgan verður nøktandi í nógv áratíggju fram í tíð.
Um eina løtu verður vinnarin funnin í eini arkitektakapping um nýggjan skúla á Glyvrum. Tað liggur nú í kortunum, at á leið 2 hundrað nýggjar íbúðir standa lidnar um 2-3 ár, og saman við aðrari bygging,fjølgast kommunan tá við upp ímóti túsund borgarum tey næstu 5-6 árini. Tað er framtíðin, sum vit skulu møta við nýggjum skúla og víðkan á dagstovnaøkinum. Ganga hesir lutir ikki hond í hond, kemur treki í maskinaríið, og kommunan steðgar upp – og status quo kann sum tey flestu vita ikki brúkast til so nógv. Júst skúlaskapur er megingrundin undir teimum nýggju Føroyum, og júst skúlin á Glyvrum, bygdur í 50´árunum í hinari øldini, er besta dømi um tað.
Fegnist um at vit fingu tað í lag, at fáa hendur á hesi mondenu adressuni á Høgabóli. Hjartaliga takk eiga Árni Ellefsen og Føroya Banki fyri, at kommunan kundi fáaeina serdeilis góða langtíðarloysn á hølisviðurskiftum hennara. Where there's a will, there's a way. Ella sum Niclas tekur til í kantatuni til Bylgjuna og Svimjihøllina: ”Viljin er alt, grundin er sterk, - hetta er okkara bygningsverk.”