Ongi úrslit

Vilja senda trý landsstýrisfólk til hús

Áki Bertholdsen
3. november 2025 kl. 15:31

Nevnin, sum løgmaður setti í seint summar at koma við tilmælum um rationaliseringar og sparingar hjá tí almenna, er nú klárur við teimum fyrstu tilmælunum.

Politiskar keldur vilja vera við, at tað verður alment í morgin.

Men keldur vilja eisini vera við, at sparingar byrja í toppinum, soleiðis sum tað eisini hevur verið nevnt áður.

Í hesum sambandi vilja keldur vera við, at eitt tilmæli er at senda trý landsstýrisfólk til hús, so at talið á aðalráðum verður skorið úr teimum nýggju, sum nú eru, niður í seks.

Tað sigst eisini, at teir tríggir flokkarnir í samgonguni, missa eitt landsstýrisfólk í part. Eisini miðilin.www.in.fo veit frá vælvitandi keldur. at hetta er avtalað millum teir tríggjar flokkarnar, at tey skulu av við eitt landsstýrisfólk í part.

Men í dag er tað eingin, sum vil vátta tíðindini.

Tá ið nevndin varð sett, segði formaðurin, Ben Arabo, at eitt endamál verður at minka um ovastu fyrisitingina hjá tí almenna.

Løgmaður hevur eisini sagt, at tað verður neyðugt at hyggja at almenna bygnaðinum fyri at bøta um haldførið í búskapinum.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57