Ongi úrslit

Vilja lækka aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til bil

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Nú í vikuni er Ungdómsting, har tað eru ung úr øllum landinum, sum manna Løgtingið.

Eitt av uppskotunum, tey fara at viðgera, er at lækka aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til bil.

Tað eru næmingarnar úr 9.b, skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, sum vilja hava ungdómstingið at viðgera hetta málið.

Sosatt vilja Súsanna Johnsdóttir, Aleksandra Zachariassen, Birita Sivertsen og Anfinn Vang Vilhelm hava ungdómstingið at samtykkja at Landsstýrið skal leggja uppkot fyri Løgtingið um at eisini 17 ára gomul kunnu fáa koyrikort til bil.

– Hjá flestu okkara er fólkaskúlin liðugur, áðrenn vit eru 18 ára gomul. Eftir loknan fólkaskúla fara vit í ymsar ættir, siga tey.

– Fleiri fara á miðnámsskúla, onnur til arbeiðis og í læru. men ferðslulógin er ein forðing hjá næstan øllum við tað, at tey hava ikki aldur at fáa koyrikort, siga tey.

So til tey eru 18 ára gomul og kunnu fáa koyrikort, mugu tey fáa onnur at koyra fyri seg.

Onnur brúka Bygdaleiðir men tær veita ikki eina nøktandi tænastu til ung, sum hava eitt virkið ungdómslív, siga tey, sum seta uppskotið fram

Tey siga, at tað hevði gjørt tað nógv lættari at 17 ára gomul kundu fingið koyrikort.

Tey siga, at tað er ikki óvanligt, at ung, yngri enn 18 ár, fáa koyrikort, er ikki óvanligt, siga tey. Í hesum sambandi vísa tey til USA, har aldurin til koyrikort í fleiri ár hevur verið 16 ár, siga tey.

– Eisini í Danmark, sum vit eru í ríkisfelagsskapi við, er lógin broytt soleiðis, at 17 ára gomul sleppa at koyra bil.

Men tey ásanna eisini, at tað er gott at vera varin, tí bilurin er ikki leikutoy.

Tí mæla tey til, at 17 ára gomul bara kunnu koyra bil ímillum klokkan seks á morgni og klokkan tíggju um kvøldið.

Somuleiðis mæla tey til, at bæði teori og koyritímar vera meiri umfatandi, hjá teimum 17 ára gomlu.

Og tey mæla eisini til, at bera 17 ára gomul seg skeivt at í ferðsluni, skulu bøturnar vera hægri.

– Fyri at fyribyrgja býttisligum atburði í ferðsluni, mæla vit eisini til at bøturnar, sum 17 ára gomul fáa, skulu vera 50 prosent hægri enn vanligu bøturnar, siga næmingarnir.

Mest lisið hesa vikuna

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14