Ongi úrslit

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

Áki Bertholdsen
29. januar kl. 11:41

Tórshavnar Býráð ætlar nú at niðurleggja skúlan í Norðradali.

Men hetta er bara ein formlig avgerð, tí í roynd og veru hevur hann staðið tómur í nógv ár.

– Eingin skúlagongd hevur verið í skúlanum í Norðradali í nógv ár, sigur býráðið.

Seinastu árini hava børnini í Norðradali annars gingið í skúla Havn, men nú er einki skúlabarn eftir í bygdini - og tað er heldur einki barn undir skúlaaldri í Norðradali.

Men hóast eingin skúlagongd hevur verið í Norðradali í fleiri ár, er skúlin ongantíð formliga niðurlagdur - og tað er nettupp tað, ætlanin er at gera nú. Tað sær eisini út til, at tað er semja í býráðnum um tað.

Eftir lógini kann eitt kommunustýrið taka avgerð um at leggja ein skúla niður, so Tórshavnar Býráð kann eisini niðurleggja skúlan í Norðradali.

Men um so er, at minst 30 prosent av teimum, sum búgva í Norðradali, og hava valrætt, koma við eini skrivligari áheitan, skal fólkaarkvøða verða í bygdini um at leggja skúlan niður.

Verður úrslitið av atkvøðugreiðsluni, at í minst 50 prosent av teimum, ið hava atkvøtt, vilja varðveita skúlan, verður hann varðveittur.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57