Ongi úrslit

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

Tað er á hesi trøðni við Marknagilsvegin, at ein nýggju vegur skal gerast. Myndin er frá umhvørvisstovuni
Áki Bertholdsen
29. januar kl. 16:06

Tórshavnar býráð skal nú seta navn á tríggjar nýggjar vegir.

Í tí sambandi hevur Gøtunavnanevndin gjørt uppskot um, hvussu vegirnir skulu eita.

Ein av vegunum er vegurin við nýggju vinnustykkini á Ovara Hjalla. Í hesum sambandi mælti Gøtunavnanevndin til, at vegurin fær navnið »á Ovarahjalla«

Somuleiðis skuldi Gøtunavnanevndin finna nýtt navn til gøtuna frá Havnavegnum og oman til stórhøllina við Tjarnir. Gøtunavnanevndin mælir til, at vegurin fær navnið »Hallarvegur«

Og nú eru børnini hjá Beintu og kenda reiðaranum, Eiler Jacobsen, farin at útstykkja trøðna hjá foreldrunum við Marknagilsvegin.

Í tí sambandi skal ein gøta gerast og børnini hava skotið upp, at hon fær navnið »Beintugøta« ella »Beintulíð«.

Gøtunavnanevndin mælir til, at vegurin fær navnið »Beintulíð« Grundgevingin sigur, at hetta er í samsvari við, at fleiri vegir har um leiðir enda við »líð«.

Og nú skal Tórshavnar Býráð so taka støðu til, hvussu vegirnir skulu eita.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

7 tímar síðan

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Í gjár kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49