Ongi úrslit

Vilja hava vrakaðar bókstavir við aftur í føroyska stavraðið

Áki Bertholdsen
1. oktober kl. 07:50

Sambandsflokkurin hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta tað føroyska stavraðið.

Flokkurin vil nevniliga hava Løgtingið at samtykkja, at bókstavirnir, C, W, Q, Z og X, skulu aftur verða við í føroyska stavraðnum.

Sostatt vil Sambandsflokkurin hava, at føroyska stavraðið skal verða hetta: A, Á, B, C, D, Ð, E, F, G, H, I, Í, J, K, L, M, N, O, Ó, P, Q, R, S, T, U, Ú, V, W, X, Y, Ý, Z, Æ, Ø.

Sambandsflokkurin vil eisini hava, at hetta føroyska stavraðið skal vera bindandi fyri skúlar og stovnar, og almennar myndugleikar sum heild - og hetta skal eiini verða einasta, galdandi stavrað í Føroyum.

Sambandsflokkurin sigur, at hetta uppskotið byggir á tilmælið hjá Mentanarnevndini hjá Løgtinginum í einum máli frá 2009.

Tá staðfesti nevndin, at spurningurin um stavraðið er ikki bara málfrøðiligur, men eisini politiskur, og at Løgtingið bæði kann og eigur at siga sína hugsan um hetta mentanarpolitiska mál.

– Niðurstøðan hjá Mentanarnevndini var, at Føroyar bara eiga at hava eitt stavrað við bókstavunum, C, W, Q, Z og X, eins og stavrøðini í nærum øllum teimum málum, føroyskt er skylt við.

Tey siga, at  hetta samsvarar við nútímans føroyska málbrúkið, eins og tað samsvarar við stavrøðini í nærum øllum teimum málum, føroyskt er skylt við, bæði enskt, danskt, norskt, svenskt, týskt, franskt og spanskt.

– Stavirnir C, W, Q, Z og X eru partur av málsliga veruleikanum, bæði í nøvnum og heitum, í náttúrufrøði, læknafrøði, tøkni, tølum, og aðrastaðni.

– At hesir stavirnir eru útihýstur úr stavraðnum, hevur elvt til stórar trupulleikar í skúlum og á málsøkinum yvirhøvur, sigur Sambandsflokkurin.

Ein kanning á vári 2014 vísir eisini, at bara umleið 30 prosent av føroyingum taka undir við tí skerda stavraðnum, vit nú hava.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34