Ongi úrslit

Vilja hava fatur á øllum í Føroyum yvir 40 ár, sum hava Diabetes 2

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Í næstum verður farið undir eina umfatandi kanning í sambandi við Diabetes 2.

Í hesum døgum fáa øll í Føroyum, sum eru 40 ár og eldri, nevniliga eina innbjóðing í MínBoks um at vera við í eini kanning, har endamálið er at finna øll, sum hava diabetes 2 í Føroyum.

Kanningin er skjót og einføld, siga tey í tíðindaskrivi.

Við einum blóðdropa úr fingrinum verður blóðsukrið mátað. Umframt hetta, verða einfaldar kanningar gjørdar, so sum at máta hædd, vekt, miðju- og mjadnar.

Kanningin tekur umleið fimm minuttir, og tey, sum eru við, fáa úrslitið á staðnum.

Úrslitið kann antin vera at alt er sum tað eigur at vera, at viðkomandi er við at fáa diabetes ella at viðkomandi helst hevur diabetes 2. Endaliga staðfestingingin krevur kortini tvær mátingar og fer fram í samstarv við kommunulæknan.

Í sambandi við hetta, fara tey at hava kanningarmiðstøðir runt allar Føroyar, eitt nú á læknamiðstøðum, arbeiðsplássum, ítróttartiltøkum og øðrum tiltøkum, har nógv fólk savnast.

Eisini verður møguleiki at bíleggja sær tíð at koma til kanningar í Havn.

Tey fyrstu 400 fólkini, sum verða kannað, sum blóðsukur, sum gevur ábending um diabetes 2, fáa í boðið at hava ein glukosumátara á í 14 dagar.

Mátarin gevur teimum høvi til at fylgja við blóðsukrinum og fáa síggja, hvussu tað broytist gjøgnum dagin, og hvussu matur og rørsla ávirka blóðsukrið.

Tað eru Steno Miðstøðin og Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum, sum standa fyri verkætlanini í tøttum samstarvi við Fróðskaparsetrið og Diabetesfelagið.

Granskararnir, sum eru við, eru Herborg Líggjasardóttir Johannesen, yvirlækni á Steno Miðstøðini, Maria Skaalum Petersen, professari, og Pál Weihe, professari á Heilsugranskingareindini, Magni Mohr, professari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, á Fróðskaparsetrinum, Jan Rasmussen og Jóhanna Petersen, yvirlæknar á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Bára Randrup Joensen, lækni og PhD lesandi, stendur fyri dagliga arbeiðinum saman við granskingarhjálparum.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

Í gjár kl. 19:00

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

Í gjár kl. 11:41

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

28. apríl kl. 09:14