Ongi úrslit

Vil ikki at hesir stóru bygningarnir mitt í Havn skulu liggja steindeyður

Hví verða teir ikki brúktir til okkurt, spyr løgtingsmaður. Sjálvur hevur hann eitt uppskot, sum hann heldur er sjálvsagt

Áki Bertholdsen
12. februar kl. 09:07

Einki virksemið hevur verið á Føroya barnaheimið í Varðagøtu í nógv ár - og øll hesi árini hava bygningarnir bara staðið tómur og óbrúktur.

Men tað verður kanska ikki leingi afturat, tí nú verður roynt at finna út av, hvat teir skulu brúkast til.

Hendan dagin umrøddi Løgtingið spurningar um barnavernd og familjutænastur. í tí sambandi dróg Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spurningin fram um stóru bygningarnar hjá gamla barnaneiminum á Varðagøtu, mitt í Havnini.

Hann undrast á bygningarnir hava staðið óbrúktir í fleiri ár. Hann sigur, at er soppur í teimum, ber væl til at umvæla tað, hóast tað kostar nakað av pengum.

Tað er ein sjálvsognarstovur, sum eigur bygningin, men landsmyndugleikarnir hava brúkt nógvar pengar upp á umvælingar og annað.

Og Jørgen Niclasen spyr, hví tað verður góðtikið, at ein sjálvsognarstovnur sleppur at liggja á stórum bygningum mitt í høvusstðanum.

– Tað eiga tey ikki at sleppa, heldur hann. Tí spyr hann hví bygningarnir ikki verða brúktur til okkurt endamál, ella bara seldir.

Sjálvur heldur hann, at tað er sjálvsagt at brúka teir til eldrabústaðir, tí so fáa vit eldrabústaðir mitt í býgnum heldur enn at fara heilt út um býin við teimum,

– Eg vildi hildið, at tað var púra logiskt, at teir verða brúktur til okkurt endamál - og íbúðarbygging er tað mest logiska, heldur Jørgen Niclasen.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barnamálum, sigur, at nevndin fyri barnaheimið, er sinnað at fáa annað virksemið í bygningarnar.

Sjálvur er hann samdur í, at teir eiga at koma onkrum til gagns.

Hann hevði sjálvur fund við nevndina fyri jól at umrøða málið. Tá vísti nevndin á, at ætlanin er at brúka bygningarnar til eitthvørt sosialt endamál. Men tey eru eisini opin fyri at gera tað til eldrabústaðir.

Djóni Nolsøe Joensen sigur, at núverandi stýrið fyri sjálvsognarstovnin, er nývalt, og tey skuldu venda aftur til hansara nú fyrst í árinum, tá ið tey høvdu skipað seg, so tá verður málið tikið upp aftur.

 

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

17 tímar síðan

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59