Ongi úrslit

Vil hava bumm fyri vegin til nakrar smábygdir

Har skulu bara føroyingar sleppa at koyra, heldur landsstýrismaðurin

Vegurin til Tjørnuvíkar er smalur, og tað elvir ofta tul ruðuleika, serliga um summaruð
Áki Bertholdsen
4. august kl. 09:46

Tað er ikki yvir at dylja, at á summum splássum eru útlendsk ferðafólk blivin líka nógv ein plága, sum eitt tey eru eitt íkast til bygdasamfeløgini.

Talan er serliga um nakrar smábygdir, har vegirnir eru smalir og parkermingsplássini fá.

Hetta er eisini ein trygdarspurningur, tí verður neyðugt við neyðsendarflutningi, er ikki vist, at sjúkrabilur, ella brandbilur, sleppur framat fyri øðrum bilum, og fyri bilum, sum standa parkeraðir sum best ber til.

Tá ið ólavsøkurøðan hjá løgmanni var til umrøðu, tók Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hendan spurningin upp.

Og sjálvur heldur hann, at bummur eigur at verða settur fyri vegin til onkrar av bygdunum.

Hann nevnir Tjørnuvík, Saksun og Gjógv, sum dømi.

Hann sigur, at tað merkir, at bara føroyingar skulu sleppa at koyra ótarnað við samleikaprógvinum, sum allir føroyingar hava fingið tillutað.

Men so skuldi gott ferðasamband verið til hesar bygdirnar, har bussar koyrdi allan dagin, og teir bussarnir kundu ferðafólk so brúkt.

Hann heldur, at tað hevði bøtt munandi um trupulleikan - og fyri trygdina - og hann heldur, at tað hevði verið ein virðilig loysn fyri bæði bygdarfólk og ferðafólk.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14