Leikluturin hjá Víkingi í Champions League er liðugur á hesum sinni. Í kvøld tapti Víkingur 1-0 suðuri í Gibraltar.
Tað var málleyst, inntil vanliga leiktíðin var farin og reiðiliga tað. So skoraði heimaliðið og harvið var tað greitt, at tað verður í Conference League og ikki í europeisku meistarakappingini, at Víkingur fer at halda fram at spæla í Europa.
Tá ið tikið verður samanum, so er skjótt at staðfesta, at tað var tapið í Klaksvík fyri einari viku síðani, sum kostaði Víkingi rættin at halda fram í meistarakappingini og at vinna nógvar milliónir krónur.
Heimaliðið var meiri á bóltinum, men í góðum støðum og málmøguleikum var tað ikki so stórur munur á. Hitin var nógvur og luftin slavin, tí ráddi tað um hjá Víkingi, at tað ikki gekk ov skjótt fyri seg og samstundis at dyrgja eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.
Jákup Johansen sendi í fyrra hálvleiki bóltin í tvørtræið, og Poul Kallsberg var beinanvegin í góðari støðu, men tá eydnaðist tað heimaverjuni at bloklera. Annars var tað mest í sambandi við deyðbóltsstøður, at tað var tætt við hjá Víkingi, eitt nú í sambandi við long innkøst og hornaspørk, sum víkingarnir vunnu sjey av, meðan heimaliðið einki hornaspark vann.
Verjuspælið hjá Víkingi var í kvøld frægari, enn tað var í fyrra hálvleiki í Klaksvík. Bólturin var tíðliga í seinna hálvleiki á tvørtrænum aftanfyri Bárð á Reynatrøð, sum í einum føri vann ein ímóti einum støðu. Sum tíðin leið, vóru víkingarnir noyddir at sleppa í verjupartinum, og tað bar onkrar støður til heimaliðið við sær.
Málið varð skorað í síðstu sekundunum. Bólturin varð spældur framum verjuna, eyðsýndi Tjay de Barr streyk avstað og setti bóltin framvið landsliðsmálverjanum.
Tað verður einaferð eftir ólavsøku, at Víkingur fer at spæla í Europa Conference League.
Lincoln Red Imps – Víkingur 1-0 (0-0)
Loch Red Imps samantaldur vinnari við málmuninum 4-2
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Polul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Árni Nóa Atlason, Ragnar Skála – Jákup Johansen, Stefan Radosavljevic