Ongi úrslit

Víkingur og AB hittast aftur hóskvøldið

Í dag megnaði HB at venda gongdini, tá ið óvæntað tap spøkti, og í Runavík staðfesti heimaliðið við tryggum sigri oddasessin

Jonhard Hammer
8 tímar síðan

Næstu dagarnar er nógvur fótbóltur í heimligu kappingunum á skránni.

Mikudagin og hósdagin verður fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið, og sunnudagin og mánadagin verður sætta umfar í Meistaradeildini.

Í dag vann Víkingur trivaligan 4-0 heimasigur móti AB, sum annars hevur staðið seg væl higartil í ár. Longu hóskvøldið hittast Víkingur og AB aftur. Tá verður tað í steypakappingini, og tá verður tað eisini í Sarpugerði.

Í dag var HB leingi í trongum skóm við Margáir, har EB/Streymur 18 minuttir undan leikloki legði seg á odda við brotssparki, sum Búi Egilsson umsetti til mál. So pressaði HB, og tað eydnaðist at skora tvey mál, sum Noah Mnenéy og Ári Mohr Jónsson skoraðu.

Mikudagin fær HB í steypakappingini vitjan av B71, og EB/Streymur fær hósdagin vitjan av NSÍ.

Í dag vann NSÍ tryggan 2-0 heimasigur ímóti 07 Vestur. Tað vóru Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen, sum tíðliga í seinna hálvleiki skoraðu málini.

Sigurin í dag ber við sær, at NSÍ er topplið í Meistaradeildini við 13 stigum, KÍ hevur 11 stig, og HB hevur 10 stig.

Í gjár var tað vónbrot hjá B36, at tað endaði málleyst á heimavølli ímóti Skála, sum vann ársins fyrsta stig. B36 fer mikudagin til Vágs at spæla steypadyst móti FC Suðuroy. Skála fer hósdagin at spæla steypadyst á útivølli móti 07 Vestur.

Einasti steypadystur millum tvey feløg, har hvørki er í bestu deildini, verður mikudagin, tá ið FC Hoyvík fær vitjan av TB.

Mikudagin verður KÍ stórfavorittur á heimavølli móti ÍF, og B68 verður stórfavorittur á heimavølli móti MB, sum er aftast í 2. deild.

 

Løgmanssteypið 1. umfar

Mikudagin 15. apríl

FC Suðuroy – B36: Árni Brandsson Petersen kl. 15.00

FC Hoyvík – TB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.30

KÍ – ÍF: Heini Z. Viðoy kl. 18.30

HB – B71: Dagfinn Forná kl. 18.30

B68 – MB: Rani Andrasson Skaalum kl. 18.30

Hósdagin 16. apríl

Víkingur – AB: Jákup Øssursson Mohr kl. 18.30

EB/Streymur – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.30

07 Vestur – Skála: Bjarki Danielsen kl. 18.30

Mest lisið hesa vikuna

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Nýggj samgonga er komin heilt undir land

7. apríl kl. 09:13