Ongi úrslit

Viðmerkingar frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Akademikarafelag Føroya

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
18 tímar síðan

Viðmerkingar frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Akademikarafelag Føroya til bygnaðarbroytingarnar í

miðfyrisitingini

2. september 2025 varð boðað frá, at landsstýrið hevði sett eina nýskipanarnevnd, sum skal greina, viðgera og mæla til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið. Víðari varð sagt, at arbeiðið skuldi byggja á fakligar greiningar, brúkarakanningar og samanberingar við aðrar skipanir. Longu áðrenn nakað var greinað og viðgjørt, var formaðurin í Kringvarpinum undir yvirskriftini, at mann skuldi smalka fyrisitingina, ogharumframt segði hann í samrøðuni við Kringvarpið, at nevndin fór at byrja í toppinum.

3. november frættist í Norðlýsinum, at nevndin hevur gjørt eitt tilmæli um umfatandi bygnaðarbroytingar í

miðfyrisitingini, ið løgmaður frammanundan alment hevði boðað frá fóru at verða fylgd. 4. november var kunnandi fundur í Smæruni fyri starvsfólkum í aðalráðunum við heitinum “Kunning um bygnaðarbroytingar í landsfyrisitingini”. Greitt varð frá, at sparingar skuldu gerast fyri 20 mió. kr., og at uppsagnir kundu væntast. Hvussu nógv skulu sigast upp var tó einki sagt um.

Sum skilst eru hesi tilmælini frá nýskipanarnevndini ein politisk upptakt til fleiri stórar sparingar innan tey almennu og kommunalu økini. Um sama tilgongd verður galdandi framyvir, har eingi fyrilit verða tikin fyri sáttmálafestum mannagongdum, og har fakfeløgini hvørki verða spurd ella kunnað, fyrr enn alt er leyst og liðugt, so er hetta sera ørkymlandi fyri rættartrygdina hjá okkara starvsfólkum, sum eisini eru borgarar og løntakarar í hesum samfelag.

Landið hevur gjørt sáttmála við Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og við Akademikarafelag Føroya við ásetingum um samstarvsráð í samband við bygnaðarbroytingar. Hetta merkir, at størri avgerðir einans kunnu takast, eftir at innlit er givið í øll viðurskifti handan avgerðirnar.

Eisini er føst mannagongd innan fyrisiting, at týðandi avgerðir ikki verða tiknar, uttan at avvarðandi partar verða hoyrdir. Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya hevur ikki fingið nakra kunning um hetta og hevur enn ikki fingið nakað innlit í skjalatilfarið frá nýskipanarnevndini.

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Akademikarafelag Føroya eru ikki ímóti, at nýskipanir verða gjørdar, ella at sparingar verða framdar, um hetta er nakað, sum krevst. Tó mugu hesar gerast við vanligum mannagongdum, so at óneyðugar neiligar avleiðingar kunnu umgangast, fyri at endamálið við broytingunum kann røkkast.

Ilt er at síggja, hvørjar fakligar greiningar, brúkarakanningar og samanberingar við aðrar skipanir eru gjørdar, tí eingin hoyring hevur verið, áðrenn nevndin kom við sínari niðurstøðu, og bert eitt fakfelag hevur verið tikið við í arbeiðið. Einki tilfar við nærri greiningum er almannakunngjørt, og tí verður torført at taka støðu til, um tilmælini eru skilagóð.

Hinvegin gav Føroya landsstýri í 2014 út eina greining av bygnaðinum í landsfyrisitingini. Her var talan um gjøllar greiningar av ráðunum, og eisini vórðu tá gjørdar samanberingar við onnur lond. Samanberingarnar vóru settar upp í talvur, ið greitt vístu á, at føroysku stjórnarráðini hava nógv minstu manning, bæði í mun til Kjakupplegg um bygnaðin í landsfyrisitingini. Og í mun til landsstýrisfólk – eisini í mun til eitt lítið land sum Ísland, sum hevur nógv færri starvsfólk enn hini Norðurlondini.

Um 140 starvsfólk í landsfyrisiting er alt ov nógv í mun til eina arbeiðsfjøld á 30.000, kann vera ilt at meta um. Tó mettu greiningarnar hjá Føroya landsstýri fyri gott 10 árum síðan, at hetta talið ikki var høgt. Hini Norðurlondini hava alt frá 10 landsstýrisfólkum í Grønlandi til 25 ráðharrar í Danmark.

Hvussu nógvir ráðharrar skulu vera í einari stjórn, er upp til landið, og er ein natúrligur partur av politisku tilgongdini at skipa eina stjórn. Ilt er at síggja skilvísið í, at talið av stjórnarráðum í Føroyum skal læsast fast í stýrisskipanarlógini, sum avmarkar stjórnarskipanina í mun til møguligar samgongur, sum hava eitt demokratiskt og parlamentariskt grundarlag. Hetta kanska serliga, tá talið er so lágt sett í mun til okkara grannalond.

Verður hugt at starvsfólkatalinum, so vísa eisini tøl frá Hagstovuni, at í mun til støðuna fyri 30 árum síðan, arbeiða í dag lutfalsliga færri fólk innan almenna arbeiðsmarknaðin enn á privata arbeiðsmarknaðinum.

Hagtølini undirbyggja sostatt ikki pástandir um, at fyrisitingin er bólgnað upp seinastu árini. Ilt er eisini at síggja skilvísið í einari avgerð um at skipa føroysku stjórnina av nýggjum, nú bert fáir mánaðir eru eftir, til nýval skal útskrivast.

Tey aðalráðini, sum vórðu stovnað eftir seinasta løgtingsval, brúktu langa tíð at skipa seg, og nú skulu øll skipa seg av nýggjum. Eftir løgtingsvalið skulu ráðini mest sannlíkt aftur skipa seg, tí hetta nýggja málsøkjabýtið ikki hóskar seg til valdsbýtið millum flokkarnar í einari komandi stjórn.

Onnur tilmæli frá nýskipanarnevndini eru um lógarsmíð. Hesi stríða ímóti vanligum leiðreglum innan lógarsmíð bæði í Føroyum og í øðrum londum, men heldur ikki hesi tilmæli er nærri grundgivin.

Vit vilja sum fakfeløg gera vart við, at vit ikki meta slíkar bygnaðarbroytingar samsvara við sáttmálarnar við landsstýrið um samstarvsráð og innlit og vilja mæla til, at munagóð stig verða tikin fyri at rætta gongdina beinanvegin.

Vegna nevndirnar í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Akademikarafelag Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

Í gjár kl. 23:58

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

Í gjár kl. 11:09