Ongi úrslit

Video: Ferðafólk flýggja undan eldgosi í Italia

Gosfjallið Etna er fari at goysa á oynni Sicilia og spýtir eina risastóra súlu av gassi og øsku upp á himmalin omanfyri italsku oynna.

© Mynd: Reuters
Jonhard Hammer
2. juni kl. 17:45

Gosfjallið Etna er farið at goysa á oynni Sicilia og spýtir eina risastóra súlu av gassi og øsku upp í himmalin omanfyri italsku oynna.

Upptøkur, sum vóru deildar á sosialu miðlunum, vístu fólk, sum renna fyri lívinum oman eftir fjallasíðuni á størsta og mest virkna gosfjallinum í Evropa, meðan ein tjúkk royksúla øktist omanfyri tey.

Stovnurin fyri jarðfrøði og gosfrøði í Italien sigur í einari fráboðan, at gosfjallið upplivir sterkar stromboliskar spreingingar – eitt slag av gosi – “av vaksandi styrki”.

– Seinastu tímarnar hevur verið ávarað um, at eitt sindur av tunnari øsku dettur niður í Piano Vetore-økinum, stendur í fráboðanini.

Sambært heimasíðuni hjá Volcanic Discovery vóru undan gosinum gosskjálvtar sum byrjaðu umleið klokkan 22.00 lokala tíð og náddi sítt hægsta stutt áðrenn klokkan 01.00.

Volcanic Ash Advisory Center í Toulouse, sum er ein av níggju slíkum miðstøðum um allan heimin, sum verða brúktir til at hava eftirlit við flogferðsluváðum, ávaraði um, at ein royksúla av gosfjallaøsku var komin upp á umleið 6.400 metra hædd.

Sí video niðanfyri:

https://youtube.com/shorts/2nje0_FMjg4?si=20l6oCpc_yhR7yJM

https://www.youtube.com/watch?v=OMcZA16FPFw



Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

Í gjár kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

19 tímar síðan

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48