Ongi úrslit

Við Hetta Borðið - Lena Anderssen borðreiður við nýggjum sangi

Somuleiðis er ein video gjørd til sangin.

Jóhanna Højgaard
2. juni kl. 18:00

Fríggjadagin 30. mai kom nýggja lagið “Við Hetta Borðið” út á allar talgildar stroymitænastur.

Hetta er annað staklagið av komandi heildarútgávu, ið fær sama heitið. Talan er samstundis um fyrstu føroyskt mæltu útgávuna við føroyska sangfuglinum, sum vaks upp í Kanada.

Í oktober í fjør kom fyrsta lagið, “Dugir Tú At Tosa Føroyskt”, út og hevur tað verið væl móttikið.

Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava skrivað “Við Hetta Borðið”. Niclas hevur framleitt, meðan Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað. Sjálv heildarútgávan verður útgivin seinni í ár.

Tey framførandi á sanginum “Við Hetta Borðið” eru:

Lena Anderssen – lead vokal, kór, akk guitar

Matt Chamberlain – trummur

Óli Poulsen – bass, keyboards, percussion, forritan

Hans Poulsen – Hammond orgul

Niclas Johannesen – akk & el guitar, kór, pumpiorgul, keyboards, tamborin,

forritan

Hoyr sangin á Spotify her: Spotify

Ella á Apple Music her: Apple Music

Video filmað frá køksborðinum

Somuleiðis er ein video gjørt til sangin. Tað serliga við hesi video er, at hon er filmað frá

køksborðinum við Timelaps gjøgnum ymsar árstíðir. Niclas Johannesen hevur sett saman,

og Friisframe hevur litviðgjørt og snikkað endaliga til.

Hygg eftir video her: Youtube

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

Í gjár kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

20 tímar síðan

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48