Ongi úrslit

Veteranur hugleiðir úr Pristina

Í Kosovo verður talt niður til avgerandi EM undankappingardystin í hondbólti

Jákup Mikkelsen og Per Jacobsen. Myndina hevur Sverri Egholm tikið. Saman við Agnar Prestá umboðar hann portal.fo í Kosovo
Jákup Mikkelsen
23 tímar síðan

Fyrrverandi løgtingsmaðurin Jákup Mikkelsen var í síni tíð góður ítróttarmaður. Serliga var tað í fótbólti, at hann gjørdi um seg, men hann var eisini hollur badmintonspælari og royndi seg í hondbólti. Nú er hann saman við barna- og ungdómsvininum og fótbólts- og hondbóltsfelagnum Per Jacobsen í Kosovo saman við hondbóltslandsliðnum, sum í kvøld hevur møguleika at vinna seg í EM endaspælið, sum verður eftir ársskiftið.

Við loyvi frá Jákupi Mikkelsen endurgeva vit tað, sum hann fyri løtu síðani úr Kosovo legði út á facebookvangan:

Eg siti her. Eg kann ikki annað. Pristina. Høvuðsborgin í Kosovo. Sólin skínur og veðrið er gott. Heima í Føroyum er lembingartíð og lembingarveðið av tí besta. Væl hevur gingið og nú í morgun er nærum hálvlembt.

Vit hava etið morgunmat á hotellinum. Góður matur. Føroysku hondbóltshetjurnar hava eisini fingið morgunmatin niðurum eftir ein góðan náttarsvøvn. Taktikk fundur er á skránni um middagin, hvíld og so út í høllina at spæla ímóti Kosovo. Ein sera týðandi dystur fyri Føroyar. Vinna vit ella um tað verður javnleikur, so hava føroyingar enn eina ferð tryggja sær luttøku vid EM kappingina sum verður í Januar 2026. Føroyska liðið er betri enn Kosovo, men á heimavølli eru teir tungir at syfta.

Per hjá Hans og eg gjørdust vinmenn tá vit vóru 4-5 ára gamlir. Vit vuksu upp norðuri á Gørðum og hann niðri á Varpinum. Okkara spælipláss var frá Kjølinum oman á Varpabrúnna og norður á Stengurnar. Vit gingu í flokki saman í 10 ár. Nú 50 ár seinni, báðir eru pensionistar, gjørdu vit av at fara til Kosova at hyggja eftir dystinum sum verður í kvøld. Vit hava báðir spælt fótbólt og hondbólt saman so vit hava nógv góð minnir og hendingar at hyggja afturá. Sera stuttligt. Góðar løtur.

Vit vóru skjótir at taka av tá venjarin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, Peter Bredsdorff-Larsen, bjóðaði okkum báðum vit til taktikk fundin í gjár og so til venjingina beint eftir. Tað var sera áhugavert.

Kosovo hevur eina langa søgu. Í miðøld búðu illyriskar stammir her og seinni gjørdist hetta økið partur av Rómaríkinum. Í 1200-1300 var Kosovo týðandi partur av Serbiska kongaríkinum. Frá 1455 til 1912 gjørdist Kosovo partur av Osmanniska ríkinum. Hetta tíðarskeiðið búsettust nógvir Albanar, serliga muslimar, og fingu teir stóra ávirkan.

Eftir Balkan kríggið í 1912 fóru Serbar avstað við Kosovo. Tá fyrri heimsbardagi var av, var Kosovo partur av Jugoslavia og eftir seinna heimsbardaga ein partur av Serbia. Tá Tito ráddi fyri borgum í Jugoslavia fekk Kosovo meira sjálvræði. Síðan hevur stríð verið millum serbar á aðrari síðuni og Albanar á hinari.

17. februar 2008 kom stóra løtan tá Kosovo tók sjálvræði og kom nú at standa á egnum beinum. Fleiri lond góðkendu Kosovo sum sjálvstýrandi tjóð, men ikki tykkum at siga, so hevur Serbia, Russland, Kina saman við nøkrum øðrum londum ikki góðkent Kosovo sum land.

Nú nærkast dysturin. Spenningurin økist. Kenslan er góð. Man tað ikki fara at ganga.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00