Ongi úrslit

Vestmanna skúli verður nú høvuðsumvældur

Vestmanna kommuna bjóðar nú fyritøkum at søkja um undangóðkenning at vera við í útboðnum av stórari skúlaumvæling

vestmanna.fo
3 tímar síðan

Vestmanna kommuna bjóðar nú fyritøkum at søkja um undangóðkenning at vera við í útboðnum av stórari skúlaumvæling.

Talan er um tveir bygningar, sum skulu umvælast. Teir eru bygdir ávikavist í 1950- og 1960unum.

Allur klimaskermurin skal gerast av nýggjum, og tað mesta av lendisgólvinum skal brótast upp og gerast av nýggjum.

Ávísar broytingar í betongdekki og betongveggum eru týðandi partur av uppgávuni.

Nýggj vesikjarna við gong í trimum hæddum verður nýggjur bygningspartur.

Allar installatiónir skulu skiftast og nútímansgerast.

Elevator skal setast í bygningin uppat verandi høvuðstrappum.

Omaná verandi flata betongtak, skal reising byggjast við trækonstruktión.

Tilsamans fevnir arbeiðið um góðar 2700 fermetrar.

Royndir eru tiknar og staðfest er, at nakað av vandamiklum evnum eru at taka atlit til í arbeiðinum.

 

Útboðið verður í høvuðsarbeiðstøku við undangóðkenning, har 3-5 undangóðkendir luttakarar verða bodnir at koma við tilboði.

Freistin at senda inn umsókn um undangóðkenning er 20.03.2026 kl. 14:00.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

Í gjár kl. 17:59