Í minsta lagi 15 fólk lótu lív fyrr í dag, tá eitt ísraelskt og amerikanskt álop rakti eina verksmiðju í miðbýnum í Iran, Isfahan. Hettar skrivar tíðindastovan Fars sambært Reuters.
Arbeiðsfólk vóru inni á verksmiðjuni, sum framleiðir hitarar og køliskáp, tá álopið rakti, stendur í fráboðanini.
Enn er ikki greitt, akkurát hvør í stóð aftanfyri álopið.