Ongi úrslit

Verjuskansin við Tjarnir var avgerandi

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti vann í kvøld við fýra málum ímóti Portugal

Jonhard Hammer
6 tímar síðan

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti tók seg í kvøld eitt fet nærri EM endaspælinum, sum undan jólum verður í Eystureuropa.

Mótstøðuliðið í stórhøllini við Tjarnir var Portugal, sum er á veg til hús við 25-21 tapi. Sunnudagin hittast liðini aftur. Tá verður tað í Portugal, og nú er spurningurin, hvussu tað tá fer at laga seg.

At Føroyar vunnu í kvøld ber við sær, at Føroyar eru næstfremst í bólkinum. Tað er greitt, at í hvussu so er tvey og kanska trý lið í bólkinum, sleppa víðari í endaspælið.

Serliga væl riggaði føroyska verjan, og tað bar aftur við sær, at umstøðurnar hjá henni í málinum vóru góðar, og málverjin stóð seg sera væl.

Føroyar løgdu seg á odda 2-0, og tað vóru fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men felags fyri avrikið hjá báðum pørtum í fyrra hálvleiki var, at talan var um nógv persónlig mistøk.

Hálvleiksstøðan var 12-9, og tað boðar frá góðum verjuavriki. Fyrstu løtuna eftir steðgin gekk tað sera væl hjá føroyska liðnum. Føroyar øktu um munin til 14-9, og eina løtu var talan um seks mál leiðslu.

Bestur málskjúttar hjá Føroyum í kvøld vóru Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum skoraði fimm ferðir.

Anna Eliasabeth umsetti fýra brotskøst til mál, og Lív S. Poulsen takkaði fyri, tá ið hon so ofta var leys á veinginum í høgru. Tað var hon, tí mótstøðuliðið í verjuspælinum hevði so stórt fokus á at verja fyri møguleikanum hjá Janu Mittún at bróta ígjøgnum.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

Í gjár kl. 17:59