Ongi úrslit

VELJIÐ LISTA A TIL FÓLKATINGSVALIÐ!

Bárður á Lakjuni, valevni fyri Fólkaflokkin
24. mars kl. 12:40

Ein atkvøða frá A fyri væl umtókta valevninum hjá C er í roynd og veru eisini ein atkvøða fyri B - hugsið um tað!

Latið okkum standa saman og velja Fólkaflokkin, so vit aftur fáa eitt umboð á Fólkatingi. Sessurin gevur flokkinum ein stóran pall, og vit síggja, hvussu C og B fáa eyka musklar til at føra sín politikk - tað kunnu vit ikki lata okkum lynda.

 

Tað sær út til, at C fær eitt heilt óvanliga gott val - Sjúrður Skaale er tryggjaður. Vónandi fara A-veljarar at velja okkara flokk, tí ein fólkafloksatkvøða fyri fyri C er í roynd og veru eisini ein atkvøða fyri B. Hugsið um tað! Og C er og verður ein stuðul hjá eini reyðari stjórn.

 

Fólkaflokkurin vil brúka ein fólkatingssess sum ein borgarlig rødd, ið virkar til frama fyri føroyskum áhugamálum – og bara føroyskum áhugamálum.

Hendan røddin hevur manglað í alt ov langa tíð, og nú er ov mikið. Nú er tíð til, at Fólkaflokkurin verður aftur á Fólkatingi.

 

Gott val, øll somul!

 

Bárður á Lakjuni

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

17 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01