Forsøgn galdandi til mikumorgunin
Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Tó, sunnanfjørðs eitt skiftið fyrrapartin frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og bert okkurt ælið. Hitin kring alt landið millum 4 og 9 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Um kvøldið frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft, og okkurt ælið, møguliga við vátakava. Hitin 2 til 6 stig. Um kvøldið og náttina í støðum niður móti frostmarkinum.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Sum frálíður lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður, møguliga við kava. Hitin 0 til 4 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin -1 til +4 stig. Út á náttina lækkar hann niður í vestan ella útsynning. Samdrigið og okkurt ælið, møguliga við kava. Hitin 1 til 8 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Út á kvøldið gongur hann aftur upp í norðan. Skýggjað og ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 0 til 6 stig.